29Sep23 84A1171

Vinnudagurin 2024

20. september. 2024 | Tiltak

Vinnudagurin 2024 verður fríggjadagin tann 20. september

Nú fáa føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum.


Alexander Bard - How The Internet changed the world forever, and how AI is The Internet becoming intelligent

Alexander er í Svøríki kendur sum kjakari, cyberfilosofur og sjónvarpsvertur. Hann er kendur fyri sínar kontroversiellu meiningar og tankar um tøkni, samfelag og menningina í framtíðini. Hann er eisini partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO.

Á vinnudegnum fer hann at viðgera spurningin um talgilding og ta ávirkan, hon hevur á samfelagið.

__________________________________________________________


Soulaima Gourani - The Future of Work & Embracing Change

Soulaima er úr Danmark og er íverkseti búsitandi í Kalifornia. Hon hevur búð í USA síðani 2016.  Hon er viðurkendur røðari, vinnuráðgevi, rithøvundur, kjakari, og er harumframt stjóri og medstovnari í software fyritøkuni Happioh Software Inc, . Hon hevur havt lyklasessir í fyritøkum sum Mærsk Data, Microsoft og Hewlett-Packard. Harumframt er hon fyrrverandi TED Fellow mentor og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.


Á Vinnudegnum greiðir hon frá nýggjastu vitanini um heimsins rák innan leiðslu. Við ágrýtni gevur hon kunnleika og íblástur til at menna fyritøkuna.

__________________________________________________________


Sigríður Mogensen - How innovation and IT infrastructure will determine countries future competitiveness 

Sigríður er stjóri í vinnu- og hugverksdeildini í Samtök Iðnaðarins í Íslandi. Sigríður er eisini nevndarforkvinna í Klak, Icelandic Startups og hevur sitið í ymiskum nevndum og stjórnum seinastu árini fyri Samtök Iðnaðarins. Sigríður hevur eisini sitið í stjórnini hjá Júpíter rekstrarfelag, verið í váðanevndini hjá stjórnini hjá Kviku, og hon er næstforkvinna í stjórnini hjá Gamma Capital Management

Við innliti úr Íslandi fer hon á Vinnudegnum at vísa hon á, hvussu fyritøkur í Íslandi arbeiða við nýskapan og effektivisering til at menna sítt virksemi og hvønn týdning tað hevur.

__________________________________________________________


Emilie Lundblad - Skab værdi med AI som leder og organisation

Emilie er økisstjóri og AI MVP hjá Microsoft og stjóri í AI & Automation hjá Hempel A/S.

Sum stjóri fyri AI & Automation hjá Hempel A/S brúkar Emilia sínar 15 ára royndir innan tøkni, dátur og AI til at fremja nýskapan og effektivisering. Hjá Hempel miðar hon eftir at brúka AI og tøkni innan talgilding til at betra um rakstrarvirkni, styrkja burðardygd og betra kundanøgdsemi.

Emilia hevur fingið heiðursløn og viðurkenning sum Microsoft MVP í Data Platforms og luttøku í Microsoft Regional Director-skránni síðani 2023. Hon er harumframt tilnevnd Hyperights Nordic Top 100 innan dátur og AI.

Hon brennir  fyri tí transformativa møguleikanum hjá dátum og AI til at skapa ein burðardyggari og meira effektivan heim. Hon strembar eftir at fremja broytingar og kanna nýggjar leiðir innan AI og automatistisering.

Á Vinnudegnum fer hon sum AI-serfrøðingur at greiðir frá hvat tú skalt vita um AI, og hvussu amboðini nýtast til at taka betri avgerðir.

__________________________________________________________


Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “AI í verki”. Her fara Jaspur Højgaard, KT-leiðari í Føroya Tele, Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, Bárður D. Christiansen, arkitektur hjá MAP arkitektum, Arne Winthereig, fíggjarleiðari hjá Mowi og Suni Justinussen stjóri í GroAqua, at greiða frá hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.

___________________________________________________________


Tað verður Kjartan Hansen sum í ár fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum.

Annað á breddanum

  1. Samlaða tøkan av alilaksi var 89,5 tús. tons í fjør

    Tøkan av alilaksi var uml. 89,5 tús. tons í kruvdari vekt í 2024. Hetta er umleið 11% meira enn í 2023, tá ið tøkan var umleið 80 tús. tons

    20. Januar. 2025 | Havbúnaður
    HBF
  2. Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp

    Seinastu 3 árini er starvsfólkatalið í tí privata nærum óbroytt. Í sama tíðarskeiði er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið 1000 starvsfólkum

    20. Januar. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    24Jan18 PF9A1214
  3. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Set kross í kalendaran 28. februar, tá ið árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1