250919 Vinnudagurin CO Web 19
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin 2026

23. januar. 2026 | Tiltak

Hátíðardagur vinnunnar

18. september hittist vinnan til samveru og íblástur á árliga Vinnudegnum, og tá verða Ársins Virki og Vinnuátakið eisini kosin.

Eina ferð um árið leggja fólk úr øllum krókum av føroyska vinnulívinum dagliga virksemið til viks. Tey seta kós móti Norðurlandahúsinum, har tey savnast til ein heilt serligan dag. Ein dag við áhugaverdum fyrilestrum, aktuellum evnum, íblástrí og góðari samveru.

Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunnar. Her hittast fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál, og her verður bæði hugsað frameftir og aftureftir. Tað er eisini dagurin, tá ið Ársins Virki og Vinnuátakið verða kosin, og nýggj hugskot og samstarv kanska verða fødd.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4