Undirsíða Á Industry.Fo
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

11. september. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

Fríggjadagin 18. september savnast føroyskt vinnulív aftur til Vinnudagin í Norðurlandahúsinum. Ein fastur og spennandi táttur á degnum er, tá ið Ársins Virki og Vinnuátakið verða avdúkað.

Endamálið við heiðrunum er at varpa ljós á virki, persónar og átøk, sum hava gjørt vart við seg og skapað menning og framburð í føroyskum vinnulívi. Samstundis eru heiðrarnir eitt herðaklapp og ein eggjan til at halda fram.


Ársins Virki

At velja Ársins Virki hevur í nógv ár verið ein týðandi partur av Vinnudegnum. Ein dómsnevnd, vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag, velur vinnaran.

Dómsnevndin leggur dent á fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkuni seinastu árini, men hyggur eisini at, um fyritøkan hevur víst framfýsni og áræði og á tann hátt skapað menning og vøkstur.

Talan kann eitt nú vera um menning innan fyri framleiðslu, útflutning, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd úr bronsu, sum er gjørd til endamálið.

Síðani 2000 hava hesi verið kosin Ársins Virki:

  • Havsbrún (2000)
  • Tórshavnar Skipasmiðja (2001)
  • Vónin (2002)
  • Vaðhorn (2003)
  • Reyni Service (2004)
  • Faroe Marine Products (2005)
  • Thor (2006)
  • Eik Banki (2007)
  • ArtiCon (2008)
  • Bakkafrost (2009)
  • Tavan (2010)
  • Vónin (2011)
  • Luna (2012)
  • Vest Pack (2013)
  • Skansi Offshore (2014)
  • Bakkafrost (2015)
  • KJ Hydraulik (2016)
  • Smyril Line (2017)
  • ArtiCon (2018)
  • Poul Michelsen P/F (2019)
  • Formula (2021)
  • SMS (2022)
  • Navigare (2023)
  • GroAqua (2024)
  • Poul Hansen (2025)

Vinnuátakið
Tað er sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, ið eisini tekur støðu til, um eitt átak skal heiðrast.

Heiðurin æt áður Ársins Átak. Heitið varð broytt til Vinnuátakið, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskti at leggja størri dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd.

Vinnuátakið kann verða latið einum virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið gagnar vinnuligum framburði. Talan kann vera um eitt einstakt átak ella um miðvíst arbeiði í longri tíð.

Vinnarin fær eina standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graveraðum í.

Síðani 2000 hava hesi fingið Vinnuátakið:

  • North Atlantic Fish Fair (2001)
  • Teitur Lassen (2002)
  • Formula.fo, Totalview (2003)
  • Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord (2004)
  • Fariga Seafood (2005)
  • Vinnuvitan (2006)
  • Decision3 (2008)
  • Tórshavnar Matfestivalur (2009)
  • Vilt í Suðuroy (2010)
  • Jákup Zachariassen (2011)
  • Varðin Pelagic (2012)
  • KOKS (2013)
  • MEST & PAM Offshore Service (2014)
  • Defined Energy (2015)
  • Sheep View (2016)
  • Hiking.fo (2017)
  • FabLab (2018)
  • FÖRKA (2019)
  • Thetis (2021)
  • TROM (2022)
  • Battery Briner (2023)
  • Spírar & Sporar (2024)
  • Atlantic Airways Aviation Academy (2025)

Dómsnevndin
Hvør verður Ársins Virki 2026, og hvør fær Vinnuátakið? Tað verður avdúkað á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 18. september.

Í dómsnevndini sita:

  • Turið Arge, Føroya Banki
  • Jean Djurhuus, Betri Banki
  • Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Høgni Hansen, Poul Hansen, Ársins Virki 2025

Les meira um Vinnudagin og melda til her

Sí skránna her

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)