Vinnudagurin nærkast

18. august. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2008 verður fríggjadagin 26. september. Seinni í vikuni verður innbjóðing send limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið síðan kunnu boða frá luttøku á heimasíðuni www.industry.fo. Aftaná miðjan september verður møguleiki hjá øðrum at tekna seg til Vinnudagin.

Vælumtókti Vinnudagurin er aftur hesaferð samansettur av spennandi fyrilestrum í Norðurlandahúsinum og einum døgurða á Hotel Føroyum.
Í ár hevur Vinnuhúsið valt at varpa ljós á evni nýskapan, menning og nýhugsan. Allir fyrilestrarnir snúgva seg sostatt á ein ella annan máta um hesi evni.
Íslendingurin Lárus Ásgeirsson er stovnari og sølustjóri á Marel Food Systems, sum er ein vælkend fyritøka í Føroyum. Hann fer at siga nøkur orð um, hvussu hugskotið til Marel var til, og frá gongdini frá byrjanini hjá fyritøkuni til nú at vera ein alheims fyritøka.
Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur innan nýskapan og framtíðargransking. Hon fer at hyggja eftir, hvussu tey góðu hugskotini verða ment við støði í framtíðar møguleikum. Liselotte Lyngsø hevur m.a. verið granskingarleiðari á Instituttet for Fremtidsforskning og er í dag partnari í Future Navigator, sum ráðgevur um framtíðargrundaða hugskotsmenning.
Heini Zachariassen fer at greiða frá væleydnaðu søguni um BullGuard frá byrjan til nú, hann tekur seg úr fyritøkuni. Heini er vælkendur í Føroyum, og varð fyrr í ár valdur til nevndarformann á Føroya Tele.
Hermann Oskarsson er umframt at vera kendur sum stjóri á Hagstovuni eisini kendur fyri sín hvassa penn, og á Vinnudegnum 2008 fer hann at seta upp eina ironiska spegilsmynd av okkum sjálvum.
Umframt hesar fýra fyrilestrarnar verða eisini Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)