Thumbnail Heimasíðan Tíðindi
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin nærkast í hvørjum

10. juni. 2025 | Tíðindi

Fríggjadagin 19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin.

Set kross í kalendaran 19. september. Tá skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri vælumtókta Vinnudegnum. Árliga tiltakið er gott høvi hjá vinnulívi, politikarum og øðrum áhugaðum at fáa íblástur um viðkomandi evni og hittast í gaman og álvara.

Eins og undanfarin verða ársins Virki og ársins Vinnuátak kosin og heiðrað. Í fjør varð GroAqua kosið ársins Virki, meðan Sporar & Spírar streyk avstað við heiðrinum sum ársins Vinnuátak. Hvør vinnur hesaferð?

Spenningurin er stórur, og tú eigur at vera har, tá ið avgerðin fellur. Set tí kross í kalendaran 19. september. Skráin verður almannakunngjørd seinni, men longu nú er vist, at skráin verður pakkað við spennandi framløgum.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios