Vinnudagurin 2026 Web 086
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

22. september. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

Fríggjadagin í farnu viku varð árligi Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum. Nærum 400 fólk úr vinnulívinum og onnur áhugað vóru savnað til ein innihaldsríkan dag við framløgum, kjaki og íblástri.

Á Vinnudegnum møtast vinnulívsfólk, politikarar og onnur áhugað til at skifta orð, knýta sambond og fáa nýggjan íblástur úr framløgum og kjaki um viðkomandi evni.

Eitt fast innslag á skránni eru heiðurslønirnar Ársins Virki og Vinnuátakið. Í ár fóru tær til ávikavist Smyril Line og Ress spa.

Vit ynskja báðum hjartaliga til lukku við heiðrunum.

Bæði útlendskar og føroyskar røddir vóru á pallinum gjøgnum dagin. Vit takka hjartaliga Claus Søberg Larsen, Ole Hammer, Christina Boutrup, Jaspur Højgaard, Tóra Slættalíð, Kristian Eli Zachariasen, Robert Sivertsen og Dianu Gilstón fyri framløgurnar og íblásturin.

Fult hús var í Norðurlandahúsinum, hýrurin var góður, og framløgurnar vóru fjølbroyttar. Stóri áhugin vísir, at tørvurin á at møtast tvørtur um vinnugreinar, skifta orð og saman hyggja at møguleikunum frameftir er stórur.

Niðanfyri eru myndir frá Vinnudegnum 2026:

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)