250919 Vinnudagurin CO Web 19
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin verður 18. september

16. juni. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin

Set kross í kalendaran 18. september. Tá skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri vælumtókta Vinnudegnum. Árliga tiltakið er gott høvi hjá vinnulívi, politikarum og øðrum áhugaðum at fáa íblástur um viðkomandi evni og hittast í gaman og álvara.

Eins og undanfarin verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin og heiðrað. Í fjør varð Poul Hansen kosið Ársins Virki, meðan Atlantic Airways Aviation Academy streyk avstað við heiðrinum sum Vinnuátakið. Hvør vinnur hesaferð?

Spenningurin er stórur, og tú eigur at vera har, tá ið avgerðin fellur. Set tí kross í kalendaran 18. september. Skráin verður almannakunngjørd seinni, men longu nú er vist, at skráin verður pakkað við spennandi framløgum.

Annað á breddanum

  1. Finnland og Danmark lækka partafelagsskattin

    Finnland lækkar partafelagsskattin til 18% við ársskiftið, og Danmark ætlar at lækka hann til 19% í stigum

    17. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Finland Denmark Flags
  2. Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

    Ætlanin er, at føroyskir arbeiðsgevarar framyvir skulu gjalda eitt avgjald fyri hvørja lønarflyting. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at samtykkja avgjaldið

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Frídagar um jólini – hvat er galdandi?

    Fá yvirlit yvir frídagar um jólini og nýggjárið, og hvussu arbeiði hesar dagar verður lønt

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Frídagar Um Jólini 26