250919 Vinnudagurin CO Web 19
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnudagurin verður 18. september næsta ár

22. september. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum 2025, sum bjóðaði íblástur, kjak og góðar samrøður. Næsti Vinnudagur verður 18. september 2026

Fríggjadagin í farnu viku varð árligi Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum, har nærum 400 fólk úr vinnuni og onnur áhugað vóru savnað til ein innihaldsríkan dag við íblástri.

Á Vinnudegnum møtast vinnulívsfólk, politikkarar og onnur áhugað at skifta orð, knýta sambond og fáa íblástur frá framløgum og kjaki um viðkomandi evni. 

Eitt fast innslag á skránni eru heiðurslønirnar Ársins Virki og Vinnuátakið, sum í ár fóru til ávikavist Poul Hansen og Atlantic Airways Aviation Academy. 

Vit ynskja báðum hjartaliga til lukku við heiðrununum.

Dagurin bjóðaði upp á bæði útlendskar og føroyskar røddir á pallinum. Vit takka hjartaliga Thomas Erikson, Brian Sørensen, Veru Antonsdóttir, Ben Arabo, Rógva Róin, Harriet Olafsdóttir av Gørðum og Símin P. Sivertsen fyri teirra framløgur og íblástur.

Í Norðurlandahúsinum var fult hús, góður stemningur og góðar framløgur, og tað er eitt prógv um, at áhugin fyri at møtast tvørtur um geirar og at arbeiða saman um framtíðar møguleikar er stórur.

Longu nú er greitt, at Vinnudagurin verður aftur næsta ár – fríggjadagin 18. september 2026.

Niðanfyri eru myndir frá Vinnudegnum 2025:

Sí stórt myndasavn ovast á síðuni við at trýsta her:

 

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios