Vinnuferd Nuuk
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnuferð til Grønlands

18. mai. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í heyst fyri vinnuferð til Nuuk, har fyritøkur kunnu styrkja sambond og kanna nýggjar møguleikar

Grønland er ein marknaður í menning, og áhugin fyri samstarvi millum føroyskt og grønlendskt vinnulív er vaksandi. Í døgunum 29. september til 2. oktober 2026 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag tí fyri vinnuferð til Nuuk.

Ferðin er ætlað fyritøkum, sum vilja fáa betri innlit í grønlendska marknaðin, knýta sambond og kanna ítøkiligar møguleikar fyri samstarvi.

Á skránni eru vitjanir, framløgur og fundir við viðkomandi aktørar í Grønlandi. Dentur verður lagdur á bæði fakligt innihald og netverkan, og tíð verður eisini sett av, so luttakarar kunnu røkja síni egnu sambond.

Flogið verður beinleiðis til Nuuk.

Kunning og tilmelding
Tilmeldingin er opin, og áhugin er longu stórur. Fleiri enn 70 luttakarar hava longu boðað frá luttøku. Freistin at melda er 15. juni 2026, og tilmelding og nærri kunning eru at finna á leinkini Vinnuferð til Grønlands.

Hevur tú spurningar um tilmeldingina, kanst tú venda tær til Óla Ejdesgaard frá 62N á oli@62n.fo ella telefon 733525. Hevur tú spurningar um sjálva ferðina, kanst tú venda tær til Alva Hjelm, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á alvi@industry.fo ella telefon 739908.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)