Seoul

Vinnuferð til Suðurkorea 7.–12. juni 2026

31. mars. 2026 | Tíðindi | Shipping

Vinnuhúsið skipar í samstarvi við Uttanríkistænastuni og DI Suðurkorea fyri vinnuferð til Suðurkorea í døgunum 7.–12. juni 2026

Endamálið við ferðini er at styrkja sambondini millum føroyskt og suðurkoreanskt vinnulív og at menna møguleikar fyri øktum samhandli. Dentur verður lagdur á fiskivinnu og alivinnu, men eisini á veitaravinnu, skipasmíð, havnir, flutning og nýggjari tøkni.

Yvirskipaði karmurin um ferðina er altjóða matvørumessan Seoul Food Expo, har føroyskar fyritøkur fáa møguleika at hitta viðkomandi samstarvspartar. Harumframt verður vitjað í Busan, sum er ein týðandi havna- og ídnaðarbýur í Suðurkorea.

Fyri at tryggja munagóða úrtøku fyri luttakarar, verður møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at leggja til rættis B2B-fundir við suðurkoreanskar fyritøkur. FKI (Vinnuhúsið í Suðurkorea) og DI Suðurkorea kunnu eisini við sínum sambondum, hjálpa við at finna fram til viðkomandi samstarvspartar og leggja til rættis fundir.

Ferðin er ein góður møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at kanna nýggjar marknaðir og styrkja síni altjóða sambond.

Les meira um skránna, prís og tilmelding her

 

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3