Suðurkorea Handilsferð 4
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnuferð til Suðurkorea gav innlit og sambond

22. juni. 2026 | Tíðindi | Samhandil

Føroysk vinnulívsumboð hava verið á vinnuferð í Suðurkorea, har tey fingu innlit í marknaðin og knýttu nýggj vinnulig sambond

Vinnuhúsið og Uttanríkistænastan skipaðu fyri stuttum fyri vinnuferð til Suðurkorea. Endamálið var at kanna møguleikarnar fyri øktum útflutningi og samstarvi innan fyri matvørur, sjóvinnu, tøkni og orku. Ferðin var eisini liður í arbeiðinum at betra um handilstreytirnar og arbeiða fram ímóti einari handilsavtalu millum londini.

Við á ferðini vóru umboð fyri Vinnuhúsið, Uttanríkistænastuna, Bakkafrost, Hiddenfjord, Pelagos, North Pelagic, Varðin Pelagic, KSS, KJ, Blikksmiðjuna, Plys, SEV og Klaksvíkar kommunu. Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, luttók vegna Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og gav ferðini politiska tyngd.

Matvørumarknaðurin í Seoul
Í Seoul vitjaði ferðalagið altjóða matvørumessuna Seoul Food Expo. Har fingu luttakararnir innlit í suðurkoreanska matvørumarknaðin og hittu innflytarar og møguligar samstarvspartar. Suðurkorea er ein stórur marknaður fyri fiskavørur og tí serliga áhugavert fyri føroysku fiski- og alivinnuna. Møguleikar eru eisini innan fyri tøkni, orku og tænastur til sjóvinnuna.

Sjóvinna og tøkni í Busan
Í Busan vitjaði ferðalagið Busan Port, størstu havnina í Suðurkorea, og HD Hyundai Heavy Industries, eina av heimsins størstu skipasmiðjum. Vitjanirnar góvu innlit í framkomið skipasmíð, automatisering, nýggja tøkni og burðardyggari loysnir til sjóvinnuna.

Politiskt samstarv
Eyðdis Hartmann Niclasen hevði fundir við suðurkoreanska varauttanríkisráðharran og hav- og fiskimálaráðharran. Á fundunum varð tosað um samstarv innan fyri handil, fiskivinnu, alivinnu, orku, skipasmíð, nýskapan og burðardygga gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Luttakararnir lótu væl at ferðini, sum gav teimum nýggja vitan, íblástur og sambond við fyritøkur og myndugleikar. Ferðin vísti, at áhugi er fyri føroyskum vørum og førleikum, og at góðir møguleikar eru fyri at menna samstarvið millum Føroyar og Suðurkorea.

Tó gjørdu fleiri møguligir samstarvspartar vart við avbjóðingina við vantandi fríhandilsavtalu, sum ger føroyskar vørur dýrari í mun til kappingarneytarnar. Ein slík avtala er ein fortreyt, um samhandilin millum Føroyar og Suðurkorea skal fáa veruligt flog.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4