Vinnuframagrunnurin vil bjóða arbeiðshølir til íverksetarar

19. oktober. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Íverksetarar, sum fáa stuðul frá Vinnuframagrunninum, kunnu fáa ókeypis arbeiðspláss ta tíðina, ið stuðul verður latin.

Vinnuframagrunnurin vil bjóða arbeiðshølir til íverksetarar. Íverksetarar kunnu gera av, hvar í Føroyum teirra dagliga virksemi skal vera. Við hesum ynskir Vinnuframagrunnurin, at skapa íverksetaraumhvørvir kring landið har íverksetarar kunnu savnast og virka saman fyri, at menna teirra hugskot til veruleika.
Kommunur, stovnar, virki o.o. kring alt landið kunnu bjóða fram slík høli. Vinnuframagrunnurin og útleigarin avtala prís á húsaleigu fyri innivist, áðrenn íverksetarin fær atgongd til arbeiðshølið. Upphæddin verður ásett sambært marknaðarprísi á tí plássi, har arbeiðshølið verður leigað.
Hølini skulu góðkennast av Vinnuframagrunninum, áðrenn tey verða leigað. Í hølunum skal íverksetarin hava atgongd til allar vanligar skrivstovuhentleikar, so sum borð og stól, teldu, prentara, telefon, internet, fundarhøli, te-køk o.a.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá grunninum www.vfg.fo ella við at skriva teldupost til vfg@vfg.fo.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios