Ítrótta Og Røsluvika
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnuhúsið er við í Ítrótta- og rørsluvikuni – eru tit?

26. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið verður við í Ítrótta- og rørsluvikuni 14.–18. september og heitir á onnur arbeiðspláss um at vera við

Vit sita nógv í Vinnuhúsinum. Men í eina viku ætla vit at sita eitt sindur minni.

Ítrótta- og rørsluvikan snýr seg um at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, og arbeiðsplássini kunnu eisini vera við.

Tað nýtist ikki at vera torført. Gangið ella súkklið til arbeiðis, teljið fet ella trapputrin, farið ein felags gongutúr í matarsteðginum ella setið tykkum eitt felags rørslumál.

Í Vinnuhúsinum taka vit sjálvandi eisini av avbjóðingini, og vit heita á okkara limafyritøkur og onnur arbeiðspláss um at gera tað sama.

Tað snýr seg ikki um at ganga longst ella fáa flest fet – bara um at røra seg eitt sindur meira.

Ítrótta- og rørsluvikan verður 14.–18. september 2026.

Les meira og skráset tykkara arbeiðspláss her

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios