Vinnuhusid 1

Vinnuhúsið nýggja heimasíðu

17. apríl. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið hevur fingið nýggja heimasíðu, sum Sansir hevur ment í samstarvi við Vinnuhúsið.

Gamla heimasíðan hjá Vinnuhúsinum var frá 2008 og tørvur var á einari nútímans heimasíðu, sum er lættari hjá brúkaranum at brúka. Dentur hevur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita eftir tilfari á hesari síðuni, har nýggi leitarin ger tað einfaldari at leita eftir tí, sum ein hevur tørv á at finna.

Á heimasíðuni liggur nógv ymiskt tilfar. Mest umráðandi fyri Vinnuhúsið er sáttmálaøkið og tí er høvuðsendamálið við heimasíðuni at hýsa einum savnið av sáttmálum og lønartalvum, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av. Afturat hesum eru vegleiðingar til arbeiðsgevarar viðvíkjandi setanarviðurskiftum, og onnur viðkomandi kunning, sum bara limir í arbeiðsgevarafeløgunum hava atgongd til.

Eitt annað týdingarmikið endamál við heimasíðuni er at breiða út tíðindi, sum eru viðkomandi fyri vinnuna, harundir sjónarmið frá FAG og vinnugreinafeløgum.

Harumframt er eitt endamál eisini at kunna um einstøku feløgini og virksemi teirra.

Eru viðmerkingar til heimasíðuni, ella vilja tit hava ávís evni betur lýst, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Vinnuhúsið.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737