Korea
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnuhúsið og Pohang undirskrivað samstarvsavtalu

21. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Átta umboð úr Suðurkorea hava seinastu dagarnar verið í Føroyum fyri at kunna seg um møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi

Mánadagin vitjaðu átta umboð úr Suðurkorea í Vinnuhúsinum. Vitjanin endaði við, at partarnir undirskrivaðu eitt fyribils MOU-skjal, har Vinnuhúsið og býurin Pohang avtala at kanna møguleikar fyri vinnuligum samstarvi.

Umboðini hava eisini vitjað ymiskar vinnufyritøkur, Tórshavnar Havn, Sev og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Miðdepil fyri fiskivinnu og battarítøkni
Pohang og økið kring býin er miðdepil fyri fiskivinnu í Suðurkorea og er samstundis kent fyri at vera frammarliga innan fyri battarítøkni.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at vinnuligir møguleikar eru hjá báðum pørtum av einum samstarvi.

”Í Pohang arbeiða tey við at menna battarítøkni, eitt nú til skip og bátar, meðan vit í Føroyum hava nakrar av fremstu veitarunum av útgerð til fiskivinnu og aling. Eisini er stórur áhugi í Føroyum fyri at útflyta fiskavørur til Suðurkorea”, sigur Niels Winther.

Vantandi fríhandilsavtala
Nú verður arbeitt víðari við at greina, hvørji øki geva meining at samstarva um.

”Vit eru í byrjanini av einum samstarvi, og vit fáa at síggja, hvussu leikur fer”, sigur Jón Sigurdsson, nevndarformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

“Áhugi tykist at vera á báðum síðum, men ein forðing fyri at menna slíkt samstarv er vantandi fríhandilsavtala millum Føroyar og Suðurkorea. Hetta ger tað torført at samhandla. Vónandi kann hetta samstarvið verða við til at skunda undir, at vit fáa ein fríhandilsavtalu í lag”, sigur Jón Sigurdsson.

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios