Billeder Adds Ráðgevi

Vinnuhúsið søkir eftir ráðgeva innan burðardygd

27. mars. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Freistin at søkja er 16. apríl.

Alsamt fleiri fyritøkur ásanna, at virksemið hjá fyritøkuni má vera burðardygt, fyri at framtíðartryggja bæði heimin vit búgva í og fyritøkuna. Tí søkir Vinnuhúsið nú eftir ráðgeva innan burðardygd, sum skal vera við til at stuðla fyritøkunum í teirra kós á burðardyggu leiðini.

Lýsingin eftir ráðgeva sæst her.

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, sigur í hesum sambandi:

"Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagið sær burðardygd sum eitt strategiskt týdningarmikið øki fyri okkara limafyritøkur. Tí halda vit, at Vinnuhúsið eigur at verða við til at stuðla limunum í tí megnartaki tað er at seta sær mál fyri og skjalprógva burðardygdina í virkseminum. Burðardyggar fyritøkur er meira enn eitt buzzword, tað er framtíðin! Tað er eingin orsøk til føroyskar fyritøkur ikki skulu kunna vera fremst og vísa vegin á hesum øki. Tað kann eisini geva okkum ein kappingarfyrimun, um vit eru frammaliga á hesum økinum."

Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, leggur afturat:

Ja, at Alsamt Fleiri Fyritøkur vísa Áhuga Fyri at flyta seg longur Fram á leið í Teirra arbeiði við Burðardygd. Samstundis eru eisini nógv ivamál, sum fyritøkurnar sita við. Við at seta ein ráðgeva í starv ætla vit at lækka gáttina fyri at fara í gongd, og at stuðla teimum fyritøkum, sum longu eru farnar í gongd og komnar nakað áleiðis."

Annað á breddanum

  1. Ungdómur fekk innlit í handverksyrki

    Næmingar í 8. flokki fingu innlit í ymisk handverksyrki og teir mongu møguleikarnar, sum ein yrkisútbúgving kann geva

    26. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261026 160929414 Ios
  2. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  3. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689