20260305 191846628 Ios
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnukarmar og arbeiðsmegi á breddanum í Klaksvík

10. mars. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú ber til at síggja upptøkurnar frá valfundinum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri í Klaksvík hóskvøldið 5. mars

Hóskvøldið 5. mars skipaði Vinnuhúsið fyri almennum valfundi í Klaksvík, har valevni fyri allar politisku flokkarnar luttóku í kjaki um tveir avgerandi spurningar fyri føroyska samfelagið: Hvussu vit tryggja kappingarførar vinnukarmar, og hvussu vit fáa ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar.

Á fundinum varð dentur lagdur á, at tað er vorðið alsamt truplari og dýrari at reka vinnuligt virksemi í Føroyum. Hækkingar í almennum gjøldum og avgjøldum, umsitingartung lóggáva og óvissa um framtíðar karmar leggja trýst á føroyskar fyritøkur og ávirka beinleiðis møguleikarnar fyri vøkstri, arbeiðsplássum og vælferð.

Samtíðis stendur føroyski arbeiðsmarknaðurin framman fyri stórum avbjóðingum. Við sera lágum arbeiðsloysi og høgum vinnutíttleika er tørvurin á arbeiðsmegi stórur á nærum øllum økjum. Á fundinum varð tí eisini kjakast um, hvønn leiklut útlendsk starvsfólk eiga at hava, hvussu fleiri ung og eldri kunnu gerast partur av arbeiðsmarknaðinum, og hvussu vit fáa fleiri føroyingar at velja Føroyar.

Fundurin vísti, at vinnukarmar og arbeiðsmegi hanga tætt saman. Uttan støðugar og kappingarførar karmar verður truplari at menna vinnuna, og uttan arbeiðsmegi verður menningin forðað. Tí eru hetta spurningar, sum hava stóran týdning fyri framtíðar menningina í Føroyum.

Áhugin fyri fundinum var góður, og áhoyrarar høvdu eisini møguleika at seta spurningar til valevnini. Orðstýrari var Rógvi Olavson.

Upptøkurnar frá valfundinum eru nú tøkar at síggja:

 

 

 

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios