Vinnukarmar, tá vinnan ræður

24. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein minimalur statur og ein marknaður, sum er stórt sæð er fríur fyri myndugleika uppíblanding verður skjótt til veruleika í einum lítlum staði í Honduras. Hetta skrivar Fox News sambært Børsen.

Í Honduras hava myndugleikarnir givið loyvið til, at ein bólkur av íleggjarum kunnu byggja ein bý upp har eingin rindar skatt fyri uttan eitt lítið sindur av fastognarskatti.

Endamálið er at skapa ein bý við búskaparligum vøkstri, har tað búskaparliga frælsið er stórt, sigur stjóranum í MKG Groupe Michael Strong.

Tað er íleggjarabólkurin MKG group, ið skal standa fyri hesum arbeiði. Íleggjarabólkurin skal standa fyri bæði menning/konstruktión av býnum og skal eisini gera sjálvt lógarverkið, sum verður galdandi í hesum øki. Lógarverkið verður ikki tað sama, sum er galdandi í restina av Honduras, men sum eitt serstakt øki í Hondurast.

Í MKG Group hevur man stórar væntanir til skattaparadísið.

”Vit kunnu koma við eini væl virkandi løgfrøðiligari skipan, har vinnukarmanir eru optimalir, tá koma íløgurnar av sær sjálvum. Tá fer arbeiðsmaskinan í gongd og marknaðarkreftirnar at koyra við fullari ferð”, sigur stjórin í MKG Groupe Michael Strong til Fox News.

Fortalarar meina, at býurin skjótt fer at gerast eitt sera áhugavert stað fyri amerikonsk størv og íløgur. Hetta er tí, at ætlanirnar eru um at sameina tryggan ognarrætt við minimala upppíblandi frá myndugleikum.

Myndugleikarnir í Honduras vóna við framtíðini í huga, at tey fátøku londini sunnanfyri Meksiko kunnu fáa ágóðan av hesum. Miðalinntøkan í Hondurast er í løtuni 4400 dollarar um árið.

Meira kann lesast um hesar ætlanir á hesum leikjum:

http://www.foxnews.com/world/2012/09/11/private-city-in-honduras-will-have-minimal-taxes-government/

http://borsen.dk/nyheder/generelt/artikel/1/241750/kapitalistens_paradis.html

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737