2151476060
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum

26. august. 2025 | Áskoðan

Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

Í 2017 settu vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag kappingarførið hjá Føroyum á breddan við frágreiðingini “Kappingarførið Føroya – klára vit at kappast”. Boðskapurin í frágreiðingini var greiður: Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum, og lóggáva og reglur mugu leggjast upp sum leikir við støði í føroyska veruleikanum við greiðari heildarfatan og langtíðarætlan.

Tað sama er galdandi í dag – kanska enn meira enn tá. Seinastu árini hava vit sæð, at nýggjar reglur og gjøld alt ov ofta verða sett í verk uttan at verða lagað til føroyskar umstøður. Ofta byggja tær beinleiðis á donsk ella ES-direktiv, hóast vit sum lítil og opin búskapur hava heilt aðrar fortreytir. Hetta leggur óneyðugar umsitingarligar byrðar á vinnuna og ger tað torførari at virka og vaksa.

“Copycat” er ikki góður leikur
Í ólavsøkurøðu sínari í ár segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at í talvi snýr tað seg um støðuna í løtuni, samstundis sum tú mást vera framsíggin um, hvussu tínir leikir ávirka møguleikarnar longur frammi. Hesum taka vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, men tá mugu vit samstundis tryggja, at politiskar avgerðir verða tiknar við opnum eygum. 

Í talvi hoyra vit hugtakið “copycat”. Tað er ein telvari, sum kopierar leikirnar hjá mótstøðufólkinum og vónar tað besta. Í royndum er “copycat”-leikurin sjáldan ein vinnandi strategi, og eitt gott mótstøðufólk fær vanliga skjótt brotið strategiina, soleiðis at tann, sum bara kopierar, endar í trupulleikum. 

Seinastu árini hava vit verið vitni til alt ov nógvar politiskar og umsitingarligar “copycat”-leikir, sum hvørki eru gagnligir fyri vinnuna ella føroyska samfelagið sum heild. Tíverri tykist tað, sum tað almenna ikki hevur skilt týdningin av, at vit mugu finna okkara egnu virknu og skapandi leikir, um vit skulu vinna á altjóða marknaðinum. Tað kann vera gott at fáa íblástur aðra staðni, men vit mugu eisini duga at hugsa sjálvi.

Tað verður arbeitt við umsitingarligum tungum lóggávum og hækkandi gjøldum, og úrslitið er, at menningin á privata arbeiðsmarknaðinum gongur nógv seinni ella steðgar heilt upp.

Privatar fyritøkur hava viljan og førleikan at gagna bæði búskapi og vælferð. Men tær mugu hava eitt sterkt grundarlag, har reglur og lógir ikki fyrilitarleyst eru kopierarar frá útlendskari lóggávu, sum ofta er gjørd til nógv størri samfeløg enn tað føroyska. Hóast vit kunnu vera samd um yvirskipaðu leikreglurnar, eru tað teir einstøku leikirnir, sum eru avgerandi fyri dystargongdina.

Vinnan hevur tørv á góðum og einføldum karmum, sum eru lagaðir til føroyskar umstøður. Heimurin er í broyting, og umstøðurnar at virka sum ein lítil og opin búskapur, sum handlar nógv við umheimin, broytast til tað verra, um “copycat”-leikirnir ikki fáa ein enda. 

Tískil skal tað ikki longur vera nóg mikið at vísa til ES-lóggávu ella "almennan tørv". Vit skulu sjálvi taka støðu til, hvørjar avbjóðingar eru veruligar og krevja lóggávu, og verður mett, at lóggáva er neyðug, skal hon gerast við minst møguligum umsitingarligum byrðum. 

Hetta fer at stimbra um viljan at vinna og hugin hjá vinnuni at virka, skapa og menna.

Tora at telva saman
Fyri at tryggja kappingarførið og framtíðar møguleikar má kostnaðurin av at reka vinnu niður. Tað krevur politiskt dirvi. Tað krevur almennan geira, sum ikki bara hugsar ein ella tveir leikir fram, men sær alt borðið, roknar avleiðingar av hvørjum leiki og leggur eina ætlan, sum setur okkum í eina betri støðu.

Tað krevur støðufesti í avgjalds- og skattaviðurskiftum, lættari og meira gjøgnumskygdar reglur og skynsamar fíggjarligar avgerðir. Tað krevur, at politiskar avgerðir verða tiknar við støði í veruleikanum hjá vinnuni – ikki í slagorðum ella symbolpolitikki. 

Og tað krevur eitt tættari samstarv millum vinnuna og politisku skipanina til tess at skipa eina langtíðar vinnupolitiska strategi. At menna okkara egnu førleikar og møguleikar, so umstøðurnar vera betri enn hjá kappingarneytunum.

Í ólavsøkurøðu sínari minti Aksel V. Johannesen, løgmaður, okkum á, at øll talvfólk hava sítt virði, og at felagsskapurin gevur styrki. Tað eru góð orð, so lat okkum vinna talvið, tí tað gera vit, um vit telva saman og ikki seta hvønn annan skát og mát ella eggja hvørjum øðrum at leggja kongin. 

Í Føroya Arbeiðsgevarafelag vilja vit verða ein virkin partur í arbeiðinum at gera Føroyar kappingarførar. Vit eru sinnað at samstarva við politisku skipanina, fakfeløg og aðrar samfelagsfelagsskapir um at finna bestu leikirnar. Men vit noyðast eisini at minna á, at vit tapa talvið, um vit telva í blindum. 

Tíbetur kunnu gjørdir leikir broytast á politiska talvborðinum, og málið eigur tískil at vera greitt. Karmarnir fyri vinnuna í hesum tingári skulu gerast betri enn í farna tingári, og karmarnir komandi tingárini skulu vera betri enn í hesum tingári. 

Soleiðis økja vit um kappingarførið hjá Føroyum um at fáa fólk og fyritøkur at velja Føroyar sum teirra stað at búgva og at virka, og soleiðis økja vit um búskapin og vælferðina.

Umráðandi bæði at hugsa langt og stutt
Nøkur stig verða tikin við langtíðarstrategi í huga, og kunnu í seinasta enda verða við til at vinna talvið. Nøkur slík stórmál, sum eiga at verða sett á dagsskránna eru:

  • Limaskapur í handilsfelagsskapi
  • Fáa sett ferð á eitt effektivt og grønt orkuskifti
  • Fáa nøktað tørvin á skikkaðum starvsfólki – serliga yrkislærd og fólk við KT-útbúgvingum og hægri tekniskum útbúgvingum
  • Fáa fleiri bústaðir, so tað er lætt hjá fólki at velja Føroyar sum sítt stað at búgva og virka
  • Effektivisera almenna geiran
    Regluverk sum tálmar almennu útreiðslurnar so til ber at lækka skattin, herundir lønarskattin
    Talgilding og vitlíki

Men vit mugu heldur ikki gloyma teir leikirnar, sum skjótt kunnu geva vinnuni ein kappingarfyrimun. Tað kann eitt nú vera: 

  • Lækka kostnaðin av at reka vinnu – bæði gjøld og umsitingarlig krøv
  • Skjóta viðgerðartíð hjá almennum stovnum – eitt nú umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

 

Niels Winther, stjóri
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    26. august. 2025
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Turið heldur fram sum forkvinna í AFF

    Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum hevur skipað seg við verandi nevnd

    26. august. 2025
    Aðalfundur AFF
  3. Tryggja tær limaprís til Vinnudagin

    Seinasti møguleiki at tryggja tær serligan limaprís til Vinnudagin 2025 er í dag

    25. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi