Vinnusjónarmið - Skil má fáast á fiskivinnuna

24. oktober. 2011 | Áskoðan

Ein stór orsøk til, at føroyingar framleiða ov lítil virðir, er at finna í fiskivinnuni. Tølini vísa, at vit fáa ov lítið burtur úr. Broytingar eru tí neyðugar. Vit mugu gagnnýta føroyska fiskatilfeingið, soleiðis at vinnan og samfelagið fær sum mest burturúr.

Í nýggjum bóklingi um vinnusjónarmið ”Koyrið so á motorin” hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er eitt av høvuðstilmælunum, at skil má fáast á fiskivinnuna. Til tað krevjast ein røð av tiltøkum. Fyrst av øllum mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til at lækka veiðutrýstið, soleiðis at fiskastovnarnir undir Føroyum koma fyri seg aftur. Tað fer eisini at hava við sær, at vit bara um nøkur fá ár kunnu økja fíggjarliga avkastið í fiskivinnuni munandi.
Atli Gregersen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur, at vit skulu hugsa um, hvat ein tílík broyting kann týða fyri vinnuna og samfelagið: “Vit mugu hava í huga, at vit við at gera hesar broytingar kunnu økja um virðið og avlopið í vinnuni, og hervið fáa vit eisini eitt størri avkast til samfelagið”.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir eisini til eina røð av øðrum broytingum í fiskivinnuni. Vit mugu fáa ein nýggjan fiskivinnupolitik, ið tekur atlit til alla virðisketuna, frá fiskurin verður veiddur og framleiddur, til fiskurin er seldur á einum marknaði. Vit mugu eisini hugsa fiskiskap saman við marknaðarviðurskiftum, tí hesi eru í ein stóran mun treytað av, at vit hava eina burðardygga umsiting av okkara fiskastovnum. Vit mugu raðfesta altjóða samráðingar um fiskirættindi frammarlaga, og til tað krevst m.a. at vit fáa til vega haldgóð prógv at nýta í hesum sambandi.
Føroyar eru ríkar, tí vit hava stórt fiskatilfeingi, og fiskivinnan er okkara høvuðsútflutningsvinna. Heili 15 prosent av føroysku arbeiðsmegini er knýtt at arbeiði í fiskiveiðu og fiskaframleiðslu. Men vøksturin í framleidni í vinnugreinini er lítil og eingin. Eitt høvuðstilmæli hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggja bóklinginum um vinnusjónarmið er tí, at stundin er komin til broytingar í fiskivinnuni.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4