Nevnd Samskifti
Samskifti

Virðið upphavsrætt og vørumerki – eisini við vitlíki

12. oktober. 2026 | Tíðindi

Felagið Samskifti minnir fyritøkur og stovnar á at virða upphavsrætt og vørumerki, tá ið samskiftistilfar verður ment við vitlíki

Vitlíki er ein snildur hjálpari í gerandisdegnum. Men skipanirnar eru lærdar upp við stórum nøgdum av tilfari, og úrslitið er ikki altíð so upprunaligt, sum tað kann tykjast. Búmerki, slagorð, maskottar og annað tilfar kunnu tí liggja tætt at samleikum, sum onnur hava brúkt nógva tíð, orku og pengar upp á at menna.

Hetta kann gera seg inn á rættindi hjá øðrum og vera í stríð við góðan marknaðarføringssið. Reglurnar um upphavsrætt, vørumerki og vinnulig eyðkenni eru eisini viðkomandi, tá ið vitlíki er brúkt í arbeiðinum. At tilfarið er gjørt við vitlíki, frítekur ikki fyritøkuna frá ábyrgd.

Felagið Samskifti heitir tí á fyritøkur og stovnar um at kanna tilfarið væl, áðrenn tað verður tikið í nýtslu. 

Vitlíki kann gera arbeiðið lættari. Ábyrgdin fyri tí, vit senda út, er tó framvegis okkara.

Annað á breddanum

  1. Ráðgevar í Grønlandi og Føroyum ynskja tættari samstarv

    Tekniskir ráðgevar í Grønlandi og Føroyum vilja styrkja samstarvið tvørtur um Norðuratlantshavið

    12. oktober. 2026 | Ráðgevaravinna
    20261005 112122452 Ios
  2. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  3. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt