Virðisbrævamarknaður Føroya verður niðurlagdur

02. juni. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

30. mai var árligi aðalfundurin hjá Virðisbrævamarknaði Føroya. Niðurstøðan á aðalfundinum var, at felagið verður niðurlagt, og at virksemið steðgar. Talan er um eina solventa likvidatión.

Á skránni til aðalfundin var uppskot um avtøku av felagnum. Í eitt tíðarskeið hevur verið arbeitt við einum tilmæli um framtíðar virksemið hjá VMF, men orsakað av rakstrarhalli, vantandi undirtøku frá skrásettu fyritøkunum og fráflyting frá íslendska keypsskálanum mælti nevndin partaeigarunum til at steðga virkseminum. Eginpeningurin verður útgoldin partaeigarunum.

Nærum allir partaeigararnir vóru til staðar á aðalfundinum, og øll atkvøddu fyri eini avtøku. Tískil er Virðisbrævamarknaður Føroya nú farin undir eina solventa likvidatión við Jógvan Elias Winther Poulsen sum avtøkustjóra. Hetta arbeiðið fer vantandi at taka áleið tríggjar mánaðir.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737