10Aug22 B3A4199
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

23. februar. 2026 | Áskoðan | Arbeiðsmarknaður | Burðardygd

Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

Seinastu tíðina hevur tónin í kjakinum um útlendsk starvsfólk verið óneyðuga hvassur. Tað er skilagott at viðgera útlendingaøkið og meta um, hvørjar treytir skulu galda fyri tey, sum ætla at arbeiða og uppihalda seg í Føroyum. 

Men slík viðgerð eigur at fara fram við yvirliti og fakligum grundarlagi. Vinnuhúsið heldur, at vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum at loysa týðandi samfelagsuppgávur. Arbeiðsloysið í Føroyum er tað lægsta í Evropa, og arbeiðstíttleikin er hin hægsti.

Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Tað hevði svarað til eitt negativt arbeiðsloysi upp á umleið 6-7 prosent. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist.

Samlaði búskapurin hevði verið umleið 2 mia. krónur minni, og úrslitið hjá almennu kassunum hevði versnað við upp til 400 mió. krónum um árið.

Tí eiga vit ikki at handla í panikki. Sum víst verður á í greinini Fimm fakta um útlendingar í Føroyum, er støðan ikki so dramatisk, sum hon ofta verður lýst. Fleiri átøk eru longu sett í verk, og bæði integratiónslógin og málskúlin fara væntandi at styrkja arbeiðið við integratión, tá ið tey eru fult sett í verk. Harumframt kunnu vit gera nýggj átøk, um tørvur er á tí.

Vit eiga at seta okkum niður og tosa friðarliga um, hvørja útlendingalóg vit vilja hava í Føroyum. Snarskipanin – vanliga nevnd Fast Track – snýr seg einans um viðgerðartíð. Um tørvur er á innihaldsligum broytingum, er tað útlendingalógin, sum má broytast.

Vinnuhúsið heldur, at tað er avgerandi fyri vælferðina og samanhangskraftina í samfelagnum, at útlendingalógin gevur góðar og greiðar møguleikar at manna størvini í Føroyum. Hetta samsvarar eisini við politisku málini, sum hava verið sett í samgonguskjølum seinastu árini.

Á summum økjum kann vera tørvur á at gera lógina meira smidliga og á øðrum økjum at stramma upp. Tey viðurskifti í útlendingalógini, sum serliga eiga at viðgerast, eru:

  • Krav til revsiváttan – hóast flestu útlendingar eru hampafólk, eiga vit at krevja revsiváttan

  • Kravda arbeiðstímatalið hjá útlendingunum - í dag er ósakligur munur á ES-borgarum og triðjalandsborgarum

  • Krøvini til samfylgjandi familju og til familjusamanføring – her eru tiltøk longu sett í verk

  • Krøvini til at fáa varandi uppihaldsloyvi – linka summi krøv og styrkja onnur

  • Møguleikin fyri at taka annnað arbeiði uppá seg

Ein dansk-føroyskur arbeiðsbólkur hevur í eina tíð viðgjørt útlendingalógina, sum ikki er dagførd í longri tíð. Um Føroyar vilja víkja munandi frá galdandi donsku lógini, er helst tørvur á at gera eina serlóg fyri Føroyar.

Tað ber væl til, um vilji er til tað. Vinnuhúsið bjóðar seg fram at taka lut í slíkari dagføring, um boð eru eftir okkum.

Les meira her

Annað á breddanum

  1. Føroysk vinna sær møguleikar í Grønlandi

    Vinnulívsfólk greiddu frá sínum royndum og umrøddu møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum á grønlendska marknaðinum

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 0048
  2. Ulla Joensen nýggj í nevndini

    Ulla Joensen varð vald í nevndina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum, har ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini varð løgd fram

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 9984
  3. Vinnudagurin verður 18. september

    Fríggjadagin 18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 19