Vitan fyriskipað væleydnað skeið

26. november. 2018 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” varð í síðstu viku fyriskipað av Eftirútbúgvingargrunninum Vitan

22 mans luttóku á skeiðnum, sum var fullteknað. Hesir komu bæði úr privata-, kommunala- og almenna geiðranum.

Vegurin sum arbeiðspláss varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Skeiðshaldari var Jesper Christiansen.

Næsta Vegurin sum arbeiðspláss skeiðið, sum verður 3. - 4. desember er eisini fullteknað.

Vitan, sum fyriskipaði skeiðið, er eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni.

Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)