Profilmynd Christina Boutrup
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vitlíki, nýggj tøkni og geopolitiskur spenningur

31. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum greiðir Christina Boutrup frá, hvussu vitlíki, nýggj tøkni og geopolitiskur spenningur broyta vinnulív og altjóða kapping

Christina Boutrup er ein av fremstu Kina-serfrøðingunum í Danmark. Hon hevur fylgt menningini í Kina síðani 2004 og hevur fleiri ferðir búð í landinum, seinast sum Asia-korrespondentur hjá TV 2.

Sum vinnulívstíðindafólk hevur hon fingið eitt serligt innlit í ta stóru broyting, sum er farin fram í kinesiskum vinnulívi.

Har Kina áður fyrst og fremst varð sett í samband við bíliga framleiðslu og eftirgerð, er landið í dag fremst á fleiri tøkniligum økjum. Vitlíki, robottøkni, talgildar gjaldsloysnir, e-handil og automatisering eru vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði fyritøkum og brúkarum.

Í bókini Den store tech-revolution lýsir Christina Boutrup hesa menningina og vísir á Kina sum eitt slag av vindeyga inn í eina framtíð, sum eisini vesturlendskar fyritøkur mugu fyrireika seg til.

Samstundis er tøkniliga kappingin vorðin ein alsamt størri partur av geopolitisku kappingini millum heimsins stórveldi. Kappingin snýr seg ikki bara um marknaðir, men eisini um tøkni, vitan, dátur og førleikar.

Við sínum drúgvu royndum úr Kina setur Christina Boutrup tí sjóneykuna á nakrar av teimum stóru spurningunum, sum eisini føroyskt vinnulív má fyrihalda seg til: Hyggja vit rætta stað, tá ið vit royna at fyrireika okkum til framtíðina? Hvussu fer vitlíki at broyta arbeiðsmarknaðin og vinnulívið? Og eru fyritøkurnar klárar til ta ferð, sum tøkniliga menningin hevur fingið?

Vinnudagurin verður í Norðurlandahúsinum 18. september. Her hittast fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál til ein dag við íblástri, kjaki og nýggjum sjónarhornum á føroyskt vinnulív.

Tað er eisini dagurin, tá Ársins Virki og Vinnuátakið verða kosin, og nýggj hugskot og samstarv kanska verða fødd.

Les meira um Christinu Boutrup og hennara innlegg á Vinnudegnum her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios