20230613 151609(0)
Havbúnaðarfelagið

Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karmar

11. juni. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Útflutningsvirðið á laksi var methøgt í 2024, men altjóða laksaprísurin er fallandi. Útlit eru fyri, at hetta fer at ávirka útflutningsvirðið í 2025

Mánadagin 2. juni var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Á aðalfundinum legði nevndin fram ársfrágreiðingina fyri 2024. Ársfrágreiðingin staðfesti, at í 2024 hækkaði samlaða tøkan av laksi hjá føroysku alivinnuni í mun til árið fyri – frá 80.000 tonsum til 89.500 tons. 

Útflutningsvirðið á alilaksi var eisini methøgt við góðum 5,7 mia. krónum í mun til umleið 5,4 mia. krónur í 2023. Hóast útflutningsvirðið hækkaði við góðum 350 mió. krónum, sum er ein vøkstur upp á 6,6%, øktist útflutningurin í nøgd við heili 16,2%. Ein partur av hesum skyldast, at alifyritøkurnar ikki vóru førar fyri at útflyta laksin, tá ið prísirnir vóru hægstir, orsaka av verkfallinum á vári.

Føroyska alivinnan hevur ætlanir um at økja framleiðsluna komandi árini, og hetta kann merkja størri útflutningsnøgdir, um lívfrøðiliga gongdin annars er jalig. Samlaða tøkan væntast at gerast eitt vet hægri í 2025, enn hon varð í 2024.

Altjóða laksaprísurin er tó fallin munandi fyrstu mánaðirnar í 2025. Tað eru útlit fyri, at prísurin verður verandi lágur restina av árinum. Hetta fer at hava munandi ávirkan á útflutningsvirðið í 2025.

Bestu vinnukarmar umráðandi
Í Føroyum eiga vit at miða eftir at fáa teir bestu vinnukarmarnar. Tað er avgerandi fyri at økja um kappingarførið, føroyska búskapin og vælferðina. Um greiðari og fleiri vinnuvinarligir karmar ikki verða lagdir, er alivinnan í vanda fyri at missa kappingarføru støðuna, sum hevur tikið ár at byggja upp.

Á aðalfundinum vísti nevndin á, at tað er vorðið truplari og dýrari at reka alivinnu í Føroyum. Broytingar í lógum og kunngerðum, sum eru settar í verk seinasta árið, hava havt stóra og neiliga ávirkan á karmarnar hjá vinnuni. 

Millum annað varð nýggj tvíliðað gjald- og skattaskipan sett í verk í 2024, sum millum annað inniber tøkugjald og serskatt – eisini, um prísurin á laksi er lágur, og fyritøkurnar ikki hava yvirskot. 

Hartil eru broytingar í prísáseting av heilivági, hægri umsitingargjøld og hægri oljuavgjald á vinnuna dømi um reguleringar, sum samlað gera raksturin dýrari og setur føroysku alivinnuna í eina veikari kappingarstøðu samanborið við grannalondini.

Hetta hevur við sær ótryggar karmar fyri vinnuna og ger tað trupult at gera langtíðaríløgur og menna seg burðardygt. Nevndin í Havbúnaðarfelagnum harmast um, at broytingar hava gjørt tað torførari og dýrari at reka alivinnu í Føroyum, og at reguleringar, gjøld og skattir tykjast vera førandi amboðini til inntøkur hjá landinum heldur enn at skapa karmar fyri vøkstri og nýhugsan.

Nevndin heldur fram
Á aðalfundinum varð eisini greitt, at nevndin, sum hevur sitið farna árið, heldur fram. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, stóðu fyri vali, og báðir vórðu afturvaldir. Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, stóð ikki fyri vali hesaferð.

Ársfrágreiðingin hjá Havbúnaðarfelagnum fyri 2024 kann lesast her.

Annað á breddanum

  1. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  2. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4
  3. Fáið tey ungu at velja Føroyar

    Ung skulu kunna velja Føroyar, tí her eru góðir møguleikar at búgva, útbúgva seg og arbeiða

    30. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    VH20220418ARKIV0032