Vøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans metstórur

12. oktober. 2020 | Áskoðan

Um tamarhald ikki fæst á metstóra vøkstrinum í rakstrarútreiðslum landskassans, so verður úrslitið skjótt vaksandi landskassaskuld

Beint fyri ársskiftið, samtykti Løgtingið eina fíggjarlóg, sum kyndi enn meira undir glóð heita føroyska búskapin. Føroyska arbeiðsloysið var heilt niðri á 0,8% og ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku vinnuni var at útvega arbeiðsmegi.

Hóast hesar fortreytir, so samtykti Løgtingið eina fíggjarlóg fyri 2020, har vøksturin í rakstrar­útreiðslu­num var meira enn tvífalt so høgur, sum árligi miðalvøksturin í rakstrinum frá 2015 til 2018, ið longu var alt ov høgur.

Hetta var áðrenn nakar visti nakað um búskaparligu avleiðingarnar av koronafarsóttini, bert góðar tveir mánaðir seinni.

Í løtuni verður mett, at rakstrarútreiðslur landskassans vaksa smáar 600 mió. kr. í ár í mun til 2019, sí talvuna niðanfyri. Hetta svarar til ein vøkstur í rakstrarútreiðslunum á 12% frá 2019 til 2020. Fíggjar­mála­ráðið ger vart við, at bara ein partur av vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, umleið 200 mió. kr., kann setast í samband við korona.

Fíggjarmálaráðið ger í frágreiðingini til fíggjarlógina eisini vart við, at vøksturin í rak­strar­út­reiðslu­­num í 2020 er søguliga stórur, og at tílíkur rakstrarvøkstur ikki er langtíðarhaldførur.

Fíggjarmálaráðið skrivar í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið 2021, at inntøkurnar hjá landinum fylgja í størri mun sveiggjunum í búskapinum, meðan útreiðslurnar vaksa meira javnt og óheft av gongdini í búskapinum annars.

Tað verður tí ein stór politisk avbjóðing at stýra fíggjarviðurskiftum landsins frameftir. Raksturin hjá landinum er pumpaður upp í allarbestu tíðum, og inntøkurnar skulu tí ikki broytast nógv skeiva vegin, áðrenn landskassin fær eitt munandi hall og vaksandi skuld yvir eitt longri áramál.

Tað sæst longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, hvussu viðbrekin gongdin kann vera. Landskassin fer frá einum avlopi á 428 mió. kr. í 2019, til eitt hall á 367 mió. kr. í 2020. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er hallið 171 mió. kr. Úrslit landskassans fer sostatt 966 mió. kr. skeiva vegin eftir bert tveimum árum.

Um henda gongdin heldur fram, so merkir tað, at landskassaskuldin fer at vaksa við einari hálvari milliard um árið komandi árini.

Stóra avbjóðingin er og verður framvegis at fáa tamarhald á stóra vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum. Tað ber illa til at geva korona skuldina fyri met stóra vøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans, tí politiska skipanin hevði longu mist tamarhaldið á útreiðsluvøkstrinum, langt áðrenn nakar hevði hoyrt um korona.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at ein langtíðarløgukarmur fylgir við fíggjarlógaruppskotinum. Langtíðarløgukarmurin liggur um 450 mió. kr. árliga, komandi fýra árini. Tað er sjálvandi Løgtingið, ið ger av, hvussu einstøku løgurnar verða raðfestar einstøku árini, men langtíðarløguætlanin gevur vinnuni høvi at síggja, hvørjar íløgur eru á skránni komandi árini.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)