Walter Qvam á Vinnudegnum: Hvussu fer talgilda samfelagið at ávirka leiðreglurnar í vinnuni?

04. september. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndarformaðurin í SINTEF fer at hava spennandi fyrilestur um avbjóðingar, sum fyritøkur møta í talgilda samfelagnum, og eisini um týdningin av menning og samstarvið millum fyritøkur og vinnugreinar fyri at gerast betri kappingarfør.

Á Vinnudegnum fer Walter Qvam at tosa um tær avbjóðingar og møguleikar, sum fyritøkur møta í sambandi við, at tøkni gerst ein størri partur av gerandisdegnum. Hann fer somuleiðis at greiða frá, hvussu vinnuligt samstarv kann stimbra nýhugsan – serliga tá talan er um smærri og miðalstórar fyritøkur. Í Noregi er stovnaður felagsskapurin DIGITALNORWAY, hvørs endamál er at hjálpa og seta í verk tøkniliga menning í fyritøkum. DIGITALNORWAY er eitt samstarv millum vinnuna og myndugleikarnir, og Walter fer at greiða frá teimum royndum og fyrimunum, slíkt samstarv hevur havt fyri norska vinnulívið.

Walter Qvam hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Noregi. Sum samtaksstjóri í KONGSBERG hevur Walter staðið á odda fyri at menna og framleiða vørur og tænastur til eitt nú maritimu vinnuna. Í 2016 fór Walter frá sum samtaksstjóri í KONGSBERG, og í dag er hann m.a. nevndarformaður í óhefta granskingarstovninum SINTEF, DIGITALNORWAY og altjóða fyritøkuni PGS.

Melda til Vinnudagin her

Skrá - Vinnudagin 2017

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737