IMG 5225
Havnar Handverksmeistarafelag

Yrkisleiðin - nógvir og góðir møguleikar at fara í læru

11. november. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Ung í 8. flokki í Tórshavnar kommunu fingu í farnu viku innlit í nógvu møguleikarnar at fara í læru og velja eitt handverksyrki, tá ið tiltakið Yrkisleiðin varð hildið á Reinsarínum

Í farnu viku savnaðust næmingar úr øllum 8. flokkum í Tórshavnar kommunu til tiltakið Yrkisleiðin, sum Havnar Handverksmeistarafelag skipaði fyri.

Tiltakið varð hildið á Reinsarínum og í hølunum rundanum, og endamálið var at vísa næmingunum, hvussu nógvir spennandi møguleikar liggja í at fara í læru og velja eitt handverksyrki.

Íblástur frá yrkislærdum
Á tiltakinum møttu næmingarnir handverkarum og øðrum yrkislærdum, sum greiddu frá um sína útbúgving og yrkisleið – og hvussu tey trívast í yrkinum.

Næmingarnir vórðu býttir í seks bólkar, har tvey og tvey yrkislærd tóku ímóti teimum í hvør sínum høli. Soleiðis fingu næmingarnir høvi at hoyra beinleiðis frá fólki, sum starvast í yrkinum til dagligt, og at seta spurningar um lærutíð, arbeiðspláss til framtíðarmøguleikar.

Ein trygg byrjan upp á arbeiðslívið
Ein handverkslæra er ein greið og kveikjandi leið inn í arbeiðslívið. Sum lærlingur fært tú:

  • praktiskar royndir frá fyrsta degi
  • undirvísing og vegleiðing frá royndum meistarum
  • løn og arbeiðsrøkt, meðan tú lærir

Tá ið lærutíðin er liðug, hevur tú eina yrkisleið fyri framman við góðum møguleikum – bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta var ein týðandi boðskapur til næmingarnar.

Stoltleiki og meining í arbeiðinum
Handverk er meira enn arbeiði við hondunum. Tað er at skapa nakað, sum sæst og hevur virði – hús, bygningar, umhvørvi og vørur, sum fólk nýta hvønn dag. Tað gevur stoltleika og meining og krevur bæði skapandi evni og tekniska fatan.

Tørvurin á dugnaligum fakfólki stórur og fer at vaksa komandi árini. Grøna orkuskiftið, bygging, umvælingar og endurnýtsla leggja upp til, at faklærd fara at hava nógv at gera langt fram í tíðina.

Tey, sum velja handverksleiðina, hava tí eitt arbeiðslív við tryggum grundarlagi og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. At velja eina handverksútbúgving er ikki ein endaligur vegur, men ein byrjan til eitt lív við møguleikum. 

Handverkarar eru eftirspurdir – í dag, í morgin og í framtíðini. Tey byggja, umvæla, skapa og bera ábyrgd fyri stórum pørtum av tí, sum samfelagið stendur á. 

Luttakarar á Yrkisleiðini vóru:

 

Handverkari/yrkisfólk

Fak

Lærupláss

Marita Thorsteinsson

Elektrikarlærlingur

LM Elektrik

Hannes Debes

Bilsmiður

Bilasølan

Heini Suni Reyðberg

Bakari

Mylnan

Guðrun Gærdum og Mia Clothier

Gartnarar

Hjálpirót

Jákup Flóvinsson

Byggismiður

Articon

Mogens Højsted

Kokkalærlingur

Hotel Brandan

Lucas Skouenborg Laksáfoss

Tænaralærlingur

Hotel Hafnia

Marita Johannudóttir Arge

Receptionist

Hotel Hafnia

Allan Macintosh

Maskinsmiður

Mest

Petur Ovi Hjaltalin Dam

Handil

Skálkur

André Bech

Alaralærlingur

Bakkfrost

Debes Christiansen

Entreprenørmaskinmekanikara

Articon

Ólavur í Lágabø

KT-supportari

Formula

 

Annað á breddanum

  1. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1
  2. Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

    Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

    11. august. 2026 | Ferðavinna
    Depositphotos 562443848 XL (1)
  3. Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

    Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

    11. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    1Mai19 PF9A0736