Lesandi (1)

Tey lesandi og vinnan

Tað er týdningarmikið, at lesandi í Føroyum og uttanlands knýta sambond við føroyska samfelagið undir lesnaðinum. Vinnuhúsið bjóðar seg til at verða millumlið millum lesandi og føroyskar vinnufyritøkur.
Lesandi kunnu venda sær til Vinnuhúsið fyri at fáa vegleiðing og hjálp í sambandi við uppgávur, serritgerðir og annars um áhugi er fyri at arbeiða við evnum, sum hava týdning fyri føroyskt vinnulív.

Mentorskipan fyri føroyingar undir útbúgving
Lesandi kunnu senda umsókn til Vinnuhúsið um at fáa ein mentor úr føroyska vinnulívinum. Ein mentor er eitt fólk við vitan og royndum úr vinnulívinum, sum virkar sum vegleiðari hjá hinum lesandi. Mentorurin vegleiðir hinum lesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við uppgávuskriving og eina yrkisleið í privata vinnulívinum í Føroyum.

Um lesandi ynskja samband við Vinnuhúsið fyri at fáa ein mentor, ber til at skriva til industry@industry.fo ella at ringja á telefon 309900.

Søk um mentor her.

Kunning um starvslestur

Starvslesandi í Vinnuhúsinum ella fyritøkum

Lesandi hava møguleika at søkja um at gerast starvslesandi í Vinnuhúsinum, sí lýsing.

Eisini kunnu vit vegleiða lesandi, sum ynskja at gerast starvslesandi í føroyskum fyritøkum.

Yrkistænastan - til arbeiðsgevarar og starvsfólkaleiðarar

Til arbeiðsgevarar og starvsfólkaleiðarar

Fá fleiri og betri umsøkjarar til tína starvslýsing

Send tína starvslýsing ókeypis beinleiðis til lesandi í Føroyum og uttanlands

Yrkistænastan hevur nú virka í eina tíð og úrslit vísa, at summir arbeiðsgevarar hava fingið fleiri umsóknir, enn vanligt er.

Um tú sum arbeiðsgevari vil nýta hesa skipan, skalt tú senda leinkjuna til tína starvslýsing til yrki@yrki.fo Lýsingin verður síðani send víðari til øll, sum eru undir útbúgving, og sum hava melda seg til Yrkistænastuna. Í dag eru umleið 1.850 føroyingar í skipanini, og teir búgva um allan heim. Lýsingarnar verða sendar, so hvørt tær eru okkum í hendi.

Studni hevur beinleiðis samband við flestu fólk, sum eru undir útbúgving – bæði her heima og uttanlands. Studni hevur eina skipan, Yrkistænastan, har fólk undir útbúgving kunnu fáa beinleiðis post á teirra teldupostadressu. Hesi fólk hava játtað, at tey ynskja at fáa sendandi starvslýsingar frá arbeiðsgevarum í Føroyum. Møguligu umsøkjararnir umboða allar hægri útbúgvingar tvs. útbúgvingar eftir miðnám.

Vinarliga