Vinnudagurin 2023

Vinnan hittist til samveru og íblástur á Vinnudegnum

Endamálið við Vinnudegnum er at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarin ár verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Veitslan í ár verður hildin í Perluni og í Reinsarínum.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 26. september 2023.

Vangamyndir av fyilestrarhaldarunum: 3 ting tú mást vita um...

3 ting tú mást vita um Mia Wagner
Mia Wagner, íleggjari, medstovnari av Nordic Female Founders og fyrrverandi leyvinda í Løvens Hule, fer at greiða frá egnum royndum sum íverkseti og vinnulívskvinna. Nordic Female Founders var stovnað í 2020, við tí endamálið at økja um diversitetin í íverksetan í Danmark.

3 ting tú mást vita um Jon Andersen
Jon Andersen, fyrrverandi fótbóltsspælari, strategiskur stjóri og stovnari av STATE, fer at taka okkum við á sína ferð sum íverkseti. Ein ferð í viðgongd og mótgongd, til hann at enda hevði ment tann væl umtókta orkudrikkin hjá donsku Manchester United-stjørnuni Christian Eriksen og altjóða ikoninum og tennisleikaranum Carolinu Wozniacki, STATE.

3 ting tú mást vita um Shawn Dubravac
Shawn Dubravac, amerikanskur framtíðargranskari, fer at greiða frá, hvussu talgilding broytir arbeiðsmarknaðin og mátan vit samskifta. Hann fer eisini at hugleiða um talgildu framtíðina og hvussu vit fyrireika okkum best til at møta henni.

3 ting tú mást vita um Óla Kristian á Torkilsheyggi
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia, fer at greiða frá, hvussu ein siðbundin tógv- og ullavinna brúkar 3D-bindimaskinur. Hesar geva fyritøkuni eina burðardyggari framleiðslu og hava gjørt tað møguligt at flyta nær um alla framleiðsluna heimaftur til Føroyar.

3 ting tú mást vita um Ólav Ellefsen
Eru vit við í talgildu umskipanini? Á Vinnudegnum verður eisini samrøða við Ólav Ellefsen, íverkseta og teldufrøðing, um útbúgvingartørvin í Føroyum. Ólavur strembar eftir at seta á stovn fyritøkur og stovnar, sum styrkja føroyska samfelagið og sum eisini hava eina jaliga, heimsfevnda ávirkan. Hoyr hann greiða frá, í samrøðu við Óluvu Zachariassen, orðstýrara, hvussu talgilda umskipanin setur krøv til útbúgvingartørvin í Føroyum.