Vinnudagurin

Í Norðurlandahúsinum

Vinnudagurin 2026

18. september hittist vinnan til samveru og íblástur á árliga Vinnudegnum, og tá verða Ársins Virki og Vinnuátakið eisini kosin

Eina ferð um árið leggja fólk úr øllum krókum av føroyska vinnulívinum dagliga virksemið til viks. Tey seta kós móti Norðurlandahúsinum, har tey savnast til ein heilt serligan dag. Ein dag við áhugaverdum fyrilestrum, aktuellum evnum, íblástri og góðari samveru.

Tryggja tær pláss

Bakgrund 1

Hvat er Vinnudagurin?

Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunnar. Her hittast fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál, og her verður bæði hugsað frameftir og aftureftir. Tað er eisini dagurin, tá ið Ársins Virki og Vinnuátakið verða kosin, og nýggj hugskot og samstarv kanska verða fødd.

Men dagurin endar ikki, tá ið skráin í Norðurlandahúsinum er komin at enda. Tá flyta vit okkum og halda fram í góðum veitslulag á Hotel Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum.

Fyrilestrar

Skrulla og les meira

Claus Søberg Larsen

Mould Academy, LEGO Group

Claus Søberg Larsen er leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, sum útbúgvir lærlingar til verksmiðjur hjá LEGO í Danmark og kring heimin og tryggjar samtakinum neyðugu fakligu førleikarnar í framtíðini.

Claus 2

Ole Hammer

Government & Public Affairs, LEGO Group

Ole Hammer er stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark og stendur fyri samskiftinum við politikarar, myndugleikar og vinnufelagsskapir. Hann er eisini formaður í Legebranchen.

20 (1)

Christina Boutrup

Journalistur og rithøvundur

Christina Boutrup er journalistur, rithøvundur og serfrøðingur í Kina, geopolitikki og altjóða tøknimenning. Hon hevur í nærum 20 ár fylgt kinesiska samfelagnum og vinnulívinum sum journalistur og korrespondentur í Asia.

Christina Web 1

Robert Sivertsen

Stjóri og medstovnari

Robert Sivertsen er stjóri og ein av stovnarunum av Zakk, sum nýtir vitlíki til at automatisera toll- og handilsarbeiði. Hann fer at greiða frá, hvussu nýggj tøkni kann gera umsitingina skjótari, einfaldari og meira neyva.

Robert 2

Diana Gilstón

Deildarleiðari

Diana Gilstón er leiðari fyri HR, samskifti og kundatænastu hjá TAKS. Hon fer at greiða frá, hvussu TAKS brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu nýggja tøknin kann gera arbeiðsgongdir einfaldari og effektivari.

Diana 2

Kristian Eli Zachariasen

KT-stjóri

Kristian Eli Zachariasen er KT-stjóri hjá Bakkafrosti. Hann fer at greiða frá, hvussu Bakkafrost brúkar vitlíki í arbeiðinum, og hvussu tøknin kann gera arbeiðsgongdir skjótari og effektivari.

Kristian Eli Zachariasen

Eru vit við?

Ulla, Jaspur, Tóri og Kristian Eli

Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara saman við orðstýraranum at kjakast um, hvat vit kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvussu vitlíki kann broyta føroyskt vinnulív og samfelag.

Panel Web 1

Alt frá A til Oy

Skráin fyri Vinnudagin

Trýst á leinkið og sí alla skránna fyri Vinnudagin 2026

Skrá Vd26

Tryggja tær pláss

Bakgrund 1