Hvat er á skránni?
Skráin er pakkað
Í Norðurlandahúsinum
Melda til nú
19. september hittist vinnan til samveru og íblástur á árliga Vinnudegnum, og tá verða Ársins Virki og Vinnuátakið eisini kosin.
Eina ferð um árið leggja fólk úr øllum krókum av føroyska vinnulívinum dagliga virksemið til viks. Tey seta kós móti Norðurlandahúsinum, har tey savnast til ein heilt serligan dag. Ein dag við áhugaverdum fyrilestrum, aktuellum evnum, íblástrí og góðari samveru.
Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunnar. Her hittast fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál, og her verður bæði hugsað frameftir og aftureftir. Tað er eisini dagurin, tá ið Ársins Virki og Vinnuátakið verða kosin, og nýggj hugskot og samstarv kanska verða fødd.
Men dagurin endar ikki, tá ið skráin í Norðurlandahúsinum er komin at enda. Tá flyta vit okkum til Gundadals og halda fram í góðum veitslulag í hølunum hjá Dansifrøi, sum verður umskapað og endavent til høvið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum.
Tryggja tær pláss
Skráin er pakkað
Sum serfrøðingur og rithøvundur fer Thomas at viðgera evni sum atferð, sjálvstilvitan, narsissismu og leiðslu.
Kom við á eina ferð sum íverkseti saman við stovnaranum av Cult Energy og sameigaranum í PadelPadel.
Við innliti úr Íslandi fer Vera at vísa á, hvussu íslendskar fyritøkur arbeiða við nýskapan og hugskotum
Hvussu kunnu Føroyar gerast meira spennandi fyri íløgufólk bæði innanlands og uttanlands?
Á Vinnudegnum verður eisini høvi at hoyra eina spennandi røð við stuttum fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum”.
Les alla skránna í leinkini
Tryggja tær pláss