Reglugerd fyri landingarmidstøðir

 

 

Allýsingar: Landingarmiðstøð: Øll løggildað landingarstøð. Landing: landa fiskin, vaska lastina, kassar/kør umborð, skotta upp. Støddarflokking: sambært skjali um støddarflokking. Ísing: allur fiskur ísast sambært kunngerð nr. 161 frá 18. des.1995. Merking: sambært § 7, stk 3 í hesi reglugerð. Dagmerking: er datomerking har elsti fiskurin verður merktur 1.

 

§ 1.

Endamálið við reglugerðini

 

Stk. 1. Endamálið við reglugerðini er at tryggja, at somu mannagongdir verða brúktar til innviging, støddarskiljing, ísing, goymslu, merking, vikling v.m. á øllum landingarmiðstøðum, tá ið fiskur verður keyptur og seldur.

 

§ 2.

Hvat og hvønn fevnir reglugerðin um

 

Stk. 1. Reglugerðin fevnir um allar landingarmiðstøðir, sum landa fyri onnur.

Stk. 2. Ein landingarmiðstøð er eitt felag ella ein persónur við einari av fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan, sum landar skip fyri uppboðssølu, fiskakeyparar ella -seljara.

 

§ 3.

Ábyrgd hjá landingarmiðstøðini

 

Stk. 1. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgd av, at henda reglugerð verður hildin.

Stk. 2. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgdina av, at góðskustøðið á fiskinum ikki versnar meira enn tað, ið nátúrliga kemst av handfaringini av fiskinum á landingarmiðstøðini, og at dagmerkingin verður varðveitt undir landingini.

Stk 3. Landingarmiðstøðin hevur ábyrgdina av, at tann fiskur, ið er seldur um uppboðssølu, verður útflýggjaður keypara samsvarandi reglugerð um uppboðssølu, annars sum avtalað millum landingarmiðstøð og keypara.

 

§ 4.

Avtala um landing

 

Stk. 1. Báturin/skipið ger avtalu við landingarmiðstøðina um landing.

 

§ 5.

Innvigan og støddarskiljing

 

Stk. 1. Fiskurin verður skildur í fiskasløg, aldursbólkar, og evt. støddir, samsvarandi teimum fráboðanum, ið verða givnar frá seljara ella uppboðssøluni.

Stk. 2. Vigað verður soleiðis, at allur fiskur, sum verður støddarskildur, skal vigast. Verður fiskaslag selt samlað í kassum, verður stakroynd tikin av fiskinum. Stakroyndin skal vísa miðalvekt í kassunum, og støddarbýtið á fiskaslagnum.

Stk. 3. Stakroynd verður tikin soleiðis um og í tann mun keypari og seljari koma ásamt um tað:

  • Partí størri enn 10 tons - 10% til stakroynd
  • Partí millum 5 – 10 tons -15 % til stakroynd
  • Partí minni enn 5 tons -20 % til stakroynd
  • Minsta stakroynd er 10 kassar, ella 2 kør.

Eru fleiri keyparar, sum hava keypt meira enn 5 tons av sama partíði, skal stakroynd takast av fiskinum hjá hvørjum keypara sær. Um keypari og seljari koma ásamt um tað, kann undantak gerast frá hesi reglu.

Stk. 4. Við innviging verða 3% roknað frá fyri vatn og drypptap.

 


§ 6.

Uppgerð av landingum

 

Stk. 1. Tá landað er, skal uppgerð yvir landingina sendast seljara ella uppboðssølu. Hetta verður gjørt beinanvegin báturin/skipið eru liðugt landað.

Stk. 2. Uppgerðin skal vísa vekt, dagmerkingar og støddarbýtið av hvørjum partíði. Eisini skal uppgerðin vísa, hvussu nógv hvør einkultur keypari hevur fingið av fiski, kassum/kørum og plattum og skal sendast keypara, seljara, uppboðssølu skjótast møguligt eftir, at fiskurin er vigaður.

Stk. 3. Allar útreiðslur viðv. landingini, sum landingarmiðstøð/uppboðssøla krevur inn, skulu eisini standa á uppgerðini.

 


§ 7.

Fráboðan og avskipan

 

Stk. 1. Landingarmiðstøðin skal boða seljara (uppboðssøluni) frá, um tað útbjóðaða ikki samsvarar við útbjóðingarupplýsingarnar. Hesir boða síðani keypara frá.

Stk. 2. Tá liðugt er at landa, og fiskurin er klárur at avskipa, skal keyparin skjótast gjørligt hava fráboðan um vekt, støddarbýtið, og um hvussu nógvir kassar/kør og plattar fylgja við fiskinum.

Stk. 3. Áðrenn fiskurin verður avskipaður, skal hann ísast væl. Kassar skulu viklast í plast og frámerking skal setast á hvørt einkult partí, um keypari ynskir tað.

Stk. 4. Frámerkingin av fiskinum skal innihalda fylgjandi upplýsingar um partíðið:

 

  • Keypari
  • Seljari
  • Fiskaslag og stødd
  • Aldursbólkur
  • Veiðubyrjan
  • Landingarstað og dagfesting 

§8

Rigga skipið til

 

Stk. 1. Tá liðugt er at landað, skal fiskalastin vaskast væl. Hevur báturin/skipið hylla last, verður skottað uppaftur. Hevur báturin/skipið kassar ella kør, skulu hesi vaskast og flýggjast umborðaftur.

Stk. 2. Skal landingarmiðstøðin útvega bátinum/skipinum ís ella agn, verður hetta gjørt uppá rokning.

 

§ 9

Endurgjaldskrøv

 

Stk 1. Um keypari klagar um, at fiskurin ikki er samsvarandi útbjóðingarupplýsingarnar, skal hetta gerast áðrenn fiskurin ferð av landingarmiðstøðini.

Stk 2. Um keyparin, tá hann hevur móttikið fiskin sær, at fiskurin ikki er samsvarandi upplýsingum givnir sambært grein 6 stk 2 og tí hann væntaði, skal hann boða uppboðssøluni og landingarmiðstøðini frá beinanvegin.

Stk. 3. Um tað kann ávísast, at landingarmiðstøðin hevur misrøkt sínar skyldur sambært hesi reglugerð, kann tað viðføra endurgjaldkrøv og/ella, at tiltøk verða sett í verk mótvegis landingarmiðstøðini.