Reglugerð fyri uppboðssøluna hjá P/F Fiskamarknaði Føroya (FMF)

 

 

 

§ 1. Uppboðssølan

 

Stk. 1. Fiskamarknaðurin hevur uppboðssølu av fiski. Uppboðssøla verður hildin tvær ferðir um dagin. Tíðin fyri sølurnar verður lýst fyri seg.

 

 

§2. Aðrar tænastur, sum uppoðsølan veitir

 

Stk. 1. Uppboðssølan hevur um hendið allar tær tænastur, sum vanliga koma undir virksemið hjá einari uppboðssølu. Virksemið fevnir um landing og avgreiðslu av skipum, innviging og støddarskiljing av fiski v.m.


§ 3. Viðskiftafólk hjá uppboðssøluni

 

Stk. 1. Felag ella persónar, útlendsk ella føroysk, sum hava fisk ella skeljadýr at selja, kunnu selja hetta á uppboðssøluni.

Stk. 2. Føroysk skrásett feløg ella persónar kunnu keypa á uppboðssøluni. Fyri at verða skrásettur sum keypari, skal trygd setast fyri ta upphædd, sum keypast skal fyri.

 



§ 4. Ábyrgd hjá uppboðssøluni

 

Stk. 1. Uppboðssølan er millumlið millum keyparar og seljarar.


Stk. 2. Fiskurin er ogn seljarans til keyparin hevur yvirtikið fiskin.


Stk. 3. Keyparin yvirtekur ábyrgdina av fiskinum, tá fiskurin er klárur at útflýggja.

 



§5. Hvat kann verða selt á uppboðssøluni

 

Stk. 1. Fiskur og skeljadýr, sum fara yvir eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkendu vektum, kann verða seldur á uppboðssøluni.


Stk. 2. Møguleiki er at selja fiskin, tá ið hann er vigaður, ella áðrenn báturin avreiðir. Fiskurin verður tá seldur eftir einari meting um vekt og støddarbýtið. 


Stk. 3. Møguleiki er at selja fiskin støddarskildan ella allar støddir av einum fiskaslagið í einum. Møguligt er eisini at selja hvønn aldursbólk fyri seg ella allir aldursbólkar í einum.

 



§ 6. Fráboðan til uppboðssøluna um eina forhondssølu

 

Stk. 1. Bátar, sum skulu selja fiskin á uppboðssøluni, skulu boða uppboðssøluni frá í seinasta lagi 2 tímar áðrenn søluna.


Stk. 2. Tá fráboðað verður, skal umboð fyri bátin upplýsa uppboðssøluhaldaranum:

    1. Metta nøgd av hvørjum fiskaslagi
    2. Metta støddarbýtið av fiskasløgunum.
    3. Aldurin á fiskinum - lastaplan
    4. Hvar fiskurin er fiskaður
    5. Nær báturin landar
    6. Hvar báturin landar
    7. Annað, sum kann ávirkað útfallið av søluni.

Stk. 3. Umboð fyri bátin avgera, hvussu fiskurin verður bjóðaður út:

  • Skal allur fiskurin støddarskiljast ella skal fiskur í kassum seljast saman
  • Skal stakroynd takast fyri at fáa støddarbýtið
  • Skal hvør aldursbólkur bjóðast út fyri seg, ella skulu allir aldursbólkar bjóðast út saman.

Stk. 4. Umboð fyri bátin avgera, hvar báturin skal landa. Báturin hevur skyldu til at fáa "landingarmiðstøð" til at landa fiskin. Ein treyt fyri søluni er, at "landingarmiðstøðin" ger arbeiðið, samsvarandi reglugerð fyri landingarmiðstøðir.


Stk. 5. Í ávísum førum, kann báturin boða frá opnari landing, ella landing har mest verður selt. Tað fiskaslagið, sum mest er av, ella tað fiskaslagið, sum av seljarin undan søluni hevur ásett, avgerð hvar báturin landar.


Stk. 6. Báturin kann seta ein minstaprís á fiskin. Fyri at landa skal umboð fyri bátin upplýsa uppboðssøluhaldaranum hvat ein nøktandi miðalprísur er.

 



§ 7. Fráboðan um sølur til keyparar og fráboðan um luttøku

 

Stk. 1. Uppboðssølan boðar øllum keyparum frá, hvat er til sølu. Fráboðan um eina uppboðssølu, skal verða sent til keyparin, so skjótt sum tilber, eftir at klárt at selja. Fráboðaninnar um sølurnar verða eisini lagdar út á alnótina.


Stk. 2. Keyparar, sum ætla at luttaka á søluni, skulu boða uppboðssøluni frá í seinasta lagi 30 min. áðrenn sølan byrjar. Boðað verður frá, við, at keyparin ringir inn og meldar til. Keyparin fær tá eitt telefonnummar, sum ringjast skal til, tá sølan byrjar.


Stk. 3. Ætlar ein keypari at verða við til søluna, men hevur ikki peningaviðurskiftini við FMF í lagi, kann hann ikki luttaka í søluni.



§ 8. Uppboðssøla

 

Stk. 1. Uppboðssølan verður skipað soleiðis: Tá uppboðssølan skal til at byrja, ringja keyparnir á eitt av FMF ávíst telefonnummar. Keyparnir verða tá knýttir til søluanleggið hjá FMF og uoppboðssølan byrjar. Keyparnir kunnu eisini verða við á søluni frá einum av sølurúmunum hjá FMF, ella við at binda teldu í teldukervið á FMF.


Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin byrjar at selja fiskin frá bátum, sum hava minstaprís, soleiðis at avgerðast kann um báturin landar ella ikki. Síðani verður fiskurin frá teimum bátum, sum hava opnað landing, seldir soleiðis at avgerðast kann, hvar báturin landar. Síðani verður fiskurin bjóðaður út, soleiðis at fiskaslag fyri fiskaslag verður selt.


Stk. 3. Uppboðssøluhaldarin byrjar at selja fiskin, við at hann skjýótir upp ein prís bjóðast skal frá. Tá keypari meldar seg áhugaðan, byrjar uppboðsøluhaldarin at telja prísin uppeftir, til bert ein keypari er eftir, og eigur tá viðkomandi keypari boðið. Keyparin kann tá velja, um hann tekur alla nøgdina ella eina ávísa nøgd. Hildið verður fram soleiðis, til allur fiskur er seldur.


Stk. 4. Minsta nøgd, sum kann verða tikin burturav tí útbjóðaða, er eitt partí, 1 tons ella 20 ks, ella tann av uppboðssøluhaldaranum frammanundan upplýstu nøgd.

 



 

§ 9. Nær er sølan bindandi

 

Stk. 1. Er endaligi miðalprísurin fyri tað útbjóðaða hægri enn ásetti minstiprísur, er sølan at rokna sum endalig og bindandii, fyri tann partin, har minstiprísur er uppnáddur.


Stk. 2. Tann parturin av tí útbjóðaða, har hægsta boð er lægrið enn minstiprísur er at roknað sum ikki seldur.



§ 10. Innviging og skeivir søluupplýsingar

 

Stk. 1. Tá fiskurin verður landaður, eigur, um annað ikki verður fráboðað, tann keypari, sum átti tað fyrsta boðið, tann yngsta fiskin, og tann keyparin sum átti seinasta boðið tann elsta fiskin.


Stk. 2. Um nøgdin av einari stødd er øðrvísið, tá ið landað verður, enn tann selda nøgdin, fær tann sum eigur fyrsta boðið, sína nøgd, tann sum eigur næsta boðið sína nøgd, soleiðis til einki er eftir av einari stødd. Er nøgdin minni enn tann selda nøgdin, verður tað tikið av nøgdini hjá tí keyparanum sum átti síðsta boðeinasta boði.


Stk. 3. Er nøgdin av einari stødd størri enn tann selda nøgdin, eigurfær tann keyparin, sum átti seinasta boði,, restinafiskin í boðið.



§11. Skeivir útbjóðingarupplýsingar/reklamatiónir

Stk. 1. Av tí, at tað ikki er møguligt at kenna góðskuna og støddarbýtið á fiski, sum ikki er landaður, verða tað útbjóðingarupplýsingarnar, sum verða lagdar til grund fyri góðsku og støddarbýtið.


Stk. 2. Um fiskurin ikki stendur mát við útbjóðingartreytirnar, er møguligt hjá keypara at ógilda keypið. Hetta skal fara fram áðrenn keyparin ferð avstað við fiskinum frá landingarmiðstøðini. Nærri reglur um mannagongd, tá fiskurin ikki er samsvarandi útbjógingarupplýsingarnar fæst á Fiskamarknaði Føroya ella frá Føroya Ráfiskakeyparafelag.


Stk. 3. Ógildar ein keypari handilin av einum partíði, grundað á góðsku ella støddarbýtið, skal umboð fyri skipið verða boðsent. Umboðið fyri FMF skal royna at fáa seljara og keypara at avtala ein møguligan prísavsláttur. Er tað ikki møguligt at fáa semju um ein avsláttur, kann fiskurin verða boðin út av nýggjum.


Ískoyti til grein 11

 

Tá keypari hevur móttikið fiskin, skal hann beinanvegin meta um fiskurin, er í samsvar við útbjóðingarupplýsingarnar ella ikki.

Er fiskurin ikki í samsvar við útbjóðingarupplýsingarnar skal:

     

  • Keyparin boðar uppboðssøluni frá beinanvegin, at tað hann hevur fingið ikki samsvarar við útbjóðingarupplýsingarnar.

     

Fiskurin skal setast til síðis og uppboðssølan biður umboð sítt koma á staðið og fiskurin verður góðskumettur, støddarskildur ella vigaður, soleiðis at staðfestast kann á hvønn hátt fiskurin ikki stendur mát við útbjóðingarupplýsingarnar.