Arbeiðsmarknaður

Arbeiðsmarknaður

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við avtalum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Í hesi skipan hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ábyrgdina at samráðast um lønar- og setanarviðurskifti innan karmarnar, sum lóggávan setir fyri trætuloysnum og øðrum ósemjum millum partarnar. Hetta er tann sokallaða danska arbeiðsmarknaðarskipanin. (Vinnusjónarmið)

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, tvs. arbeiðsgevari og arbeiðstakari, skulu avtala so nógv sum møguligt sínamillum. Soleiðis kunnu arbeiðsgevarin og arbeiðstakarin tryggja, at starvsviðurskiftini og viðurskiftini á arbeiðsplássinum hóska teimum best. Tað almenna skal tí bara tryggja grundleggjandi rættindi, sum hoyra einum nútíðarsamfelagi til og koma upp í leikin við løgskipandi tiltøkum, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki megna at loysa málið sínámillum.

Ein smidligur arbeiðsmarknaður
Tað er eitt eyðkenni fyri tann føroyska arbeiðsmarknaðin, at tað er lætt bæði at seta og siga upp starvsfólk. Í Føroyum hava vit tað neyðuga sosiala trygdarnetið og Arbeiðsloysisskipanina, sum tryggjar, at starvsfólk koma væl og trygt víðari, um tey ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Ein smidligur arbeiðsmarknaður merkir, at tað er lætt hjá arbeiðstakarum at skifta millum størv, samstundis sum arbeiðsgevarar hava góða og breiða atgongd til arbeiðsmegi. Hetta fer fram á einum arbeiðsmarknaði, sum annars er væl skipaður við avtalum og reglum. Ein smidligur arbeiðsmarknaður hevur avgerandi týdning fyri vinnulív og samfelagið annars.

Hagtøl fyri løntakarar og arbeiðsloysi

Løntakarar
Arbeiðsloysi
Útlendsk arbeiðsmegi

Útlendsk arbeiðsmegi

At útvega arbeiðsmegi hevur verið ein daglig avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum seinastu árini. Tí eiga stuðuls- og serskipanirnar til føroyingar, ið arbeiða uttanlands at verða endurskoðaðar, samstundis sum føroyskir arbeiðsgevarar altíð hava atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, um hon ikki er tøk í landinum.

Les meira

28Mars14 F00q6708b
Arbeiðsumhvørvi

Arbeiðsumhvørvi

Lóg um arbeiðsumhvørvi var sett í gildi í Føroyum í ár 2000.

Í høvuðsheitum fevnir lógin um alt arbeiði gjørt fyri arbeiðsgevarar á landi.

Les meira 

10
Arbeiðsgevarin og arbeiðsmarknaðurin

Arbeiðsgevarin og arbeiðsmarknaðurin

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við lóggávu, kollektivum sáttmálum og avtalum o.l. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at seta seg inn í viðkomandi lógir, sáttmálar og avtalur fyri at tryggja sær, at hesar reglur verða hildnar.

Les meira

Depositphotos 9303234 XL (1)

Ofta settir spurningar

Hvat er starvsrættarligi munurin á lóg, sáttmála og setanarprógvi

Fyri yvir 100 árum síðani fóru fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg í Føroyum saman um at samráðast um kollektivar sáttmálar, sum eru galdandi fyri ávís øki. Dømi um hetta er handverkarasáttmálin og sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini.

Á arbeiðsmarknaðinum er harafturat lóggáva, sum er alment galdandi fyri øll, sum virka á arbeiðsmarknðinum. T.d. starvsmannalógin, lógin um arbeiðsumhvørvi og lóg um setanarprógv.

Í setanarpróvnum kunnu arbeiðsgevari og starvsfólk avtala fleiri viðurskifti enn tey, sum eru ásett í lóg ella sáttmála. Starvsfólkið kann ongantíð vera verri sett, enn tað er ásett í lóg ella galdandi sáttmála.

Er munur á setanarprógvi, setanarskrivi og setanarsáttmála?

Nei. Orðið setanarprógv stavar frá lógini um setanarprógv, sum áleggur arbeiðsgevara at lata løntakaranum allar upplýsingar um allar treytir av størri týdningi fyri setanarviðurskiftini. Arbeiðsgevarin skal lata starvsfólkinum skrivliga váttan, sum inniheldur tær upplýsingar, ið lógin áleggur honum. Tað hevur ikki týdning um heiti á avtaluni er setanarprógv, setanarskriv ella sáttmáli.

Les meira um lógina um setanarprógv her.

Er nøkur høvuðsavtala galdandi í Føroyum?

Í Danmark verður stundum víst til høvuðsavtaluna millum Fagbevægelsesens Hovedforbund og Dansk Arbejdsgiverforening, tá ið tað snýr seg um regluverkið viðvíkjandi verkfalli, verkbanni, undantøkum og friðarskyldu.

Í Føroyum eru bert einstakar høvuðsavtalur galdandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi víst á tørvin á høvuðsavtalum á stóru sáttmálaøkjunum, soleiðis at tað til dømis eingin ivi er um, hvat er galdandi í stríðsstíð, og hvørji undantøk altíð skulu gevast fyri at tryggja eitt forsvarligt verkfall ella verkbann.

Hví er neyðugt við kollektivum sáttmálum?

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri orsakir til at avtala sáttmálar. Fyri tað fyrsta eru flestu sáttmálar karmar, sum fyritøkurnar og starvsfólkini kunnu útfylla. Hetta merkir, at tá ið setanarviðurskiftini verða avtalað, kunnu atlit bæði takast fyri áhugamálunum hjá tí einstaka og vinnugreinini, og arbeiðsgevarin varðveitir rættin at leiða og býta arbeiðið. Neyðugt er tó at broyta sáttmálarnar soleiðis, at teir gerast væl meira liðiligir. Virkir og starvsfólk mugu kunnu taka fyrilit fyri viðurskiftunum bæði hjá starvsfólkunum og vinnuni og avtala viðurskiftini sínámillum.

Tann týdningarmiklasta grundgevingin fyri at avtala sáttmálar er tó, at við ongum sáttmála var ongin regulering, og tað hevði havt við sær fleiri lógir. Løgtingið hevði regulerað viðurskiftini í staðin.

Ofta hoyrir arbeiðsgevarafelagið frá virkjum, at tey sjálv ynskja at avtala løn og setanarviðurskiftir. Hetta sjónarmið, sama hvussu rætt og skilagott tað ljóðar, byggir á ta skeivu fatan, at valkosturin til sáttmálarnar er individuellar avtalur. Hetta er ikki so. Valkosturin til sáttmálarnir er lóggáva. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil hava sáttmálar, so arbeiðsmarknaðurin sjálvur kann regulera síni viðurskifti