10

Arbeiðsumhvørvi

Lóg um arbeiðsumhvørvi var sett í gildi í Føroyum í ár 2000.

Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er, at:

  1. virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum

  2. at skapa grundarlag fyri, at virkini sjálv kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

Í høvuðsheitum fevnir lógin um alt arbeiði gjørt fyri arbeiðsgevarar á landi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at øll eiga at at taka lut og vera partur av menningini og vøkstrinum í samfelagnum. Eingir sam­felags­bólkar eiga at føla seg útihýstar, og arbeiðsumhvørvislóg­gáva skal virka fyri tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð fylgir tøkni­ligu menningini og sosialu gongdini í samfelagnum. (Vinnusjónarmið)