Útlendsk arbeiðsmegi

At útvega arbeiðsmegi hevur verið ein daglig avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum seinastu árini. Tí eiga stuðuls- og serskipanirnar til føroyingar, ið arbeiða uttanlands at verða endurskoðaðar, samstundis sum føroyskir arbeiðsgevarar altíð hava atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, um hon ikki er tøk í landinum.

Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er ein avbjóðing at útvega arbeiðsmegi. Flestu londini uttan um okkum hava eisini tørv á arbeiðsmegi. Nógvastaðni merkja tey harumframt bygnaðarligar avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum við stórum ósamsvari millum útboð og eftirspurning eftir arbeiðsmegi.

Eitt stig rætta vegin er nú tikið, tá ið landsstýrið og danska stjórnin, tíðliga í november 2021, skrivaðu undir avtalu um eina nýggja fast-track skipan fyri londum uttanfyri ES og Norðurlond. Hetta fer tó neyvan at loysa allar avbjóðingarnar við tørvinum á starvsfólkum frameftir. Tí verður eisini neyðugt at taka stig til at lýsa tørvin á starvsfólkum á framtíðar arbeiðsmark­naði­num.  (Vinnusjónarmið)

Hvat heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag?

  • Fyritøkur eiga at hava óavmarkaða atgongd til arbeiðsmegi. Vantandi møguleikar at finna starvsfólk eigur ikki at vera ein avmarking fyri vinnuna. Ein grundleggjandi fyritreyt fyri menning av føroysku vinnuni er, at starvsfólk eru tøk til at átaka sær arbeiðið, sum skal gerast.

  • Tað skal loysa seg eins væl at arbeiða í Føroyum, sum uttanlands. Føroyskir arbeiðsgevarar skulu ikki standa seg verri í kappingini um arbeiðsmegina orsakað av skatti. Støðan, sum hon er nú, førir til, at okkara arbeiðsmarknaður kemur undir størri trýst enn neyðugt.

  • Lógarverkið skal dagførast. Tað er umráðandi at endurskoða lógarverkið í mun til treytir og krøv í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Eitt dømi um dagføring er at hækkað markið á 3,5% í ES skipanini.