Depositphotos 406132784 XL

Javnstøða í Føroyum

Føroyska javnstøðulógin var samtykt í 1994. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, tó so at øðrum kyninum kunnu verða tryggjað serlig rættindi, um tey verða givin fyri at røkka endamálinum við lógini. Kvinnur og menn skulu hava eins møguleikar til útbúgving og arbeiði og yrkisliga og mentanarliga menning.

Meginreglan er, at hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn.

Arbeiðsgevari kann ikki gera mismun vegna kyn í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.

Kvinnur og menn skulu hava eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði. Arbeiðsgevari skal geva kvinnum og monnum eins møguleikar til t.d. útbúgving, eykaútbúgving, umskúling og økt starvsføri.

Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.

Javnrættindi og javnstøða

Javnrættindi og javnstøða

Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at kvinnur og menn hava fingið javnrættindi á flestu økjum. Nøkur undantøk eru, m.a. eru ikki javnrættindi innan barsilsøkið.

Les meira

Depositphotos 159522356 XL
Javnstøða og barsil

Javnstøða og barsil

Nógv er hent síðani 2004. Til dømis er brúkaraprístalið hækkað við 19 stigum á indeksinum (frá 101 til 120), og lønirnar á privata arbeiðsmarknaðnum eru hækkaðar uml. 30%.

Les meira

Fjølbroytni á arbeiðsmarknaðinum

Fjølbroytni á arbeiðsmarknaðinum

Føroyskar fyritøkur hava brúk fyri øllum dugnaligum og evnaríkum starvsfólki uttan mun til kyn, aldur, tjóðskap, brek, kynsligan samleika osfr. Vit hava tørv á øllum tilfeingi og førleikum, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu fáa og varðveita neyðugu arbeiðsmegina og tey evnaríkastu starvsfólkini.

Les meira

Tilvitað fyritøka innan javnstøðu og fjølbroytni

Hvussu kann ein fyritøka vera tilvitað innan javnstøðu og fjølbroytni?

Fyritøkan kann hava eina ætlan um, hvussu kynsbýtið í fyritøkuni skal vera. T.d. eitt 50/50 býti millum menn og kvinnur á leiðslustigi í 2030. Hyggjast kann at, hvussu býtið er í dag, soleiðis at tað gerst greitt, hvussu langt fyritøkan er frá málinum og klárt kann vera at fara undir eina virkisætlan at røkka málinum.

  • Fyritøkan kann gera mannagongdir, sum basa ótilvitaðum tokka til ávís viðurskifti. Eitt nú er ein møguleiki at gera starvsumsóknir og lívsrensl navnleys.

  • Fyritøkan kann kanna, um starvsfólkapolitikkurin tryggjar, at arbeiðsplássið er skipað soleiðis, at tað er dragandi fyri bæði menn og kvinnur, alt eftir hvar tey eru í lívinum og uttan mun til kyn.

  • Fyritøkan kann kanna um setanartilgongdin skal endurskoðast, um tað vísir seg, at fyritøkan tykist vera serliga dragandi fyri tað eina kyni, tá ið søkt verður eftir starvsfólki. Til ber eisini at seta mál fyri kynsbýtinum á endaliga umsøkjaralistanum og hava bæði kyn til staðar til starvssamrøðurnar.