Fjølbroytni á arbeiðsmarknaðinum

Føroyskar fyritøkur hava brúk fyri øllum dugnaligum og evnaríkum starvsfólki uttan mun til kyn, aldur, tjóðskap, brek, kynsligan samleika osfr. Vit hava tørv á øllum tilfeingi og førleikum, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu fáa og varðveita neyðugu arbeiðsmegina og tey evnaríkastu starvsfólkini.

Fjølbroytni er eitt ríkidømi, sum kann vera við til at menna fyritøkur, bæði tá ið tað snýr seg um góð úrslit og vøkstur. Tað snýr seg um at lata teir ymisku førleikarnar hjá starvsfólkunum folda seg út til gagns fyri fyritøkuna og einstaka starvsfólkið.

Fjølbroytni kann styrkja kappingarføri hjá fyritøkuni. Nýggj handilslig hugskot kunnu spretta, tá ið førleikarnir og tann ymiska vitanin hjá einum fjølbroyttum starvsfólkahópi verða brúkt. Tað kann vera í mun til at skilja ymiskar kundabólkar og marknaðir og soleiðis at vinna nýggjar marknaðarpartar.

At seta fjølbroytni á breddan kann eisini styrkja umdømi hjá fyritøkuni sum arbeiðspláss. Tí umframt at vera virðisskapandi og nýskapandi skulu fyritøkur eisini vera lokkandi. Tað snýr seg um fáa starvsfólk til fyritøkuna og varðveita tey á arbeiðsplássinum. Hetta er galdandi fyri bæði føroysk og útlendsk starvsfólk. Tá ið ein fyritøka endurspeglar, fevnir og raðfestir fjølbroytni kann ein fyritøka styrkja sítt umdømi sum arbeiðspláss og fáa fleiri góðar umsóknir. Fjølbroytni kann eisini vera eitt av viðurskiftunum, sum bæði verandi og møguligir kundar og samstarvsfelagar raðfesta høgt.