Førleikameting og vaksnamannalæra

Sum liður í at útvikla og menna útbúgvingarskipanina hevur førleikameting at týdningarmiklan leiklut. Førleikameting hevur til endamáls at geva vaksnum fólki møguleikan at fáa sínar førleikar mettar í mun til viðkomandi útbúgving, soleiðis at viðkomandi royndir verða tiknar við sum partur av útbúgvingini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at tað ongantíð er ov seint at fara undir útbúgving. Hjá vaksnum fólki, sum ynskja eina útbúgving, er førleikameting ein kærkomin skipan. Hetta er eisini við til at økja um førleikastøðið í vinnuni.

Vaksnamannalæra er eitt amboð, sum manglar í Føroyum. Hetta hevði givið vaksnum fólki møguleika at farið undir útbúgving innan øki, har tey ikki frammanundan hava royndir. Vaksnamannalæra, sum vit kenna hana aðrastaðni frá, veitir størri fíggjarligan stuðul til vaksin, sum fara undir útbúgving. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at slík skipan eigur at setast í verk. Hetta fyri at vinnur kunnu tiltrekkja fólk, sum ynskja at royna eina yrkisleið, sum tey tó ikki hava arbeitt innanfyri áður.