Ongar blindvegir í útbúgvingarskipanini

Tað um umráðandi, at ein utbúgving gevur møguleika til víðari lesnað ella læru. Føroyskar útbúgvingar eiga at vera samskipaðar soleiðis, at til ber at byggja omaná útbúgvingina. Hetta merkir, at yrkislæra ella útbúgving skal geva atgongd til víðari læru ella lesnað, um ynski er til tess.

Endamálið er at geva øllum atgongd til at byggja omaná sína útbúgving ella at broyta kós um neyðugt. Tað hækkar útbúgvingarstøðið í vinnuni, ger tað lættari hjá fólki at skifta vinnu sum gagnar tí lesandi, fyritøkum og arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið er eisini at tryggja, at val av útbúgving ikki verður ein forðing fyri tann lesandi, sum við tíðindi kann tykjast avmarkandi í mun til val av framtíðarstarvi o.l.