Yrkisútbúgvingar

Tað er ovurhonds stórur tørvur á yrkislærdum. Yrkislærd starvsfólk tryggja fakligu góðskuna í uppbygnaðinum av samfelagnum. Tey rkislærdu byggja, viðlíkahalda, tæna, framleiða og mangt annað. Tað hevur alstóran týdning, at handverk, handil, skrivstova og yrkisútbúgvingar annars gerast størri partur av frálæruni í fólkaskúlanum. Tað er umráðandi, at fólkaskúlin ikki einans fyrireikar næmingar at taka bókliga útbúgving, men at fólkaskúlanæmingar hava eins góðan kunnleika til hvørjir møguleikar eru í yrkisrættaðum útbúgvingum.