Hvat Er Sjónarmið

Føroyskur vinnupolitikkur í søguligum baksýni

Fyri at fáa eina betri fatan av føroyskum vinnupolitikki, og hvussu hann hevur ment seg fram til dagin í dag, verður tíðin fyrst spolað heilt aftur til 1948, tá ið Føroyar fingu heimastýrislógina, beint eftir seinna heimsbardaga[1].   

Vinnupolitikkurin frá 1948 til 1990

Tíðina eftir seinna heimsbardaga og líka fram til 1990 var politiska skipanin sera virkin í føroysku vinnuni. Politiska skipanin sá tað sum sína uppgávu, at stuðla og útbyggja føroyska vinnulívið við almennum stuðli til m.a. rakstur og íløgur í privatu vinnuni.

Løgtingið gjørdi longu í 1953 greitt, at tað var sinnað at brúka alla orku til at útvega samfelag­num skip, og Løgtingið hevði ta fatan, at íløgur í skip ikki kundu bera seg, uttan stuðul úr lands­kassa­num. Skipanir vórðu tí gjørdar, sum tryggjaðu teimum, ið ætlaðu at byggja skip, muna­góðan almennan stuðul.

Almenni stuðulin og politiska uppíblandingin í vinnuna var tó ikki avmarkaður til íløgustuðul at byggja skip. Stórar upphæddir vórðu eisini veittar í vanligum rakstrarstuðli til fiski­vinnuna, og landskassin setti partapening í næstan øll flakavirkir kring landið.

Hesin poli­tikkurin við almennum íløgustuðli, rakstrarstuðli, partapeningi og veðhaldum fyri privatu vinnuna gjørdist alt meira umfatandi og helt fram, líka til búskaparligu kreppuna, sum føroyska sam­felagið kom í fyrst í 1990-árunum.

Politiski vælvildin mótvegis vinnuni var grundaður á, at politikarar sóu tað sum sína ábyrgd at útvega arbeiðspláss um alt landið, og tá ið vinnufyritøkur vóru í trupulleikum, og arbeiðspláss vóru í vanda, var tað ein politisk uppgáva at bjarga teimum.

Hetta sást m.a. aftur í orðingunum í samgonguskjølunum frá 1970 til 1985, har tað var ásett, at einki virki, sum hevði arbeiðs­skapandi týdning, skuldi steðga orsaka av fíggjar­ligum trupul­leikum, fyrr enn landsstýrið hevði viðgjørt málið.

Politiski hugburðurin at tryggja arbeiðspláss um alt landið var eisini fremst í huganum hjá politikarunum, tá ið farið varð undir alivinnu í Føroyum í 1980-árunum. Ynski hjá politikarunum var at leggja alingina í smáar eindir og býta aliloyvini javnt yvir alt landið, fyri soleiðis at tryggja, at alingin kom so nógvum bygdum og arbeiðsplássum sum møguligt til góðar.

Harvið kann sigast, at atliti til virksemi og arbeiðspláss vigaði tyngri, enn atlit til lønsemi og kappingarføri hjá alivinnuni.

Óttin fyri, at fyritøkur ella skip fóru av knóranum, og at arbeiðspláss harvið fóru fyri skeytið, fekk politikarar at finna stuttskygdar loysnir fyri at forða fyri, at tílíkt hendi.

Frá miðskeiðis í 1960-árunum og fram til kreppuna fyrst í 1990-árunum var føroyskur vinnupolitikkur ein støðugur kreppupolitikkur, har endamálið var at halda vinnuni gangandi við ymiskum tiltøkum, til tess at vinna á tí aktuellu kreppuni.

Soleiðis var vinnupolitikkurin, hóast trupulleikarnir í fiskivinnuni vóru meira grundleggjandi, enn at teir kundu loysast við einum fyribils stuðuls- ella hjálp frá landsstýrinum.

Føroyskur vinnupolitikkur hevur hetta tíðarskeiðið næstan bert snúð seg um at skapa fortreytir fyri og at stuðla uppundir menning av føroyskari fiskivinnu og fiskaframleiðslu. At politiska skipanin satsaði so ógvusliga uppá fiskivinnuna, hevði við sær, at aðrar vinnur høvdu ilt við at koma fyri seg, millum annað tí, at tær høvdu ikki sama møguleika at útvega fígging.

Politiska skipanin hevur við sínum vinnupolitikki stóra ávirkan á, hvussu vinnulívið mennir og tillagar seg til tær umstøður, vinnan fær at virka undir. Vinnupolitikkurin kann stuðla uppundir, men eisini forða fyri, at vinnan tillagar seg broyttar umstøður. Føroyski vinnu­politikkurin fram til kreppuna fyrst í 1990-árunum, snúði seg um, fyrst at útbyggja fiskivinnuna og síðan at halda lív í henni, og hesin vinnupolitikkurin virkaði forðandi fyri øðrum vinnum.

Eingin kann ivast í, at vinnupolitikkurin, har politiska skipanin fyrst stuðlaði uppundir at útvega skip í stórum tali og síðan at byggja flakavirkir, hevði stóran týdning fyri menningini av føroysku vinnuni og vøkstrinum í føroyska samfelagsbúskapinum beint eftir seinna heimsbardaga og í 1950 árunum.

Í 1950-árunum var ring kreppa í Føroyum. Fólk fluttu úr bygd og av landinum. Politiska avbjóðingin var at fáa Føroyar úr kreppuni og fáa gongd aftur á virksemið í landinum, soleiðis at bygdirnar ikki vórðu avtoftaðar.

Við íløgustuðli eydnaðist tað politisku skipanini at fáa gongd á skipabyggingina hjá teimum privatu, og miðskeiðis í 1960-árunum var føroyski fiskiskipaflotin ein tann fremsti í heiminum.

Ólukkan var, at politiska skipanin ikki megnaði at avmarka stuðulin til fiskivinnuna, sum tískil gjørdist alt meira umfatandi, við tí úrsliti, at alt ov stór framleiðsluorku varð útvegað til fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi.

Hesin vinnupolitikkurin gjørdist tí beinleiðis skaðiligur fyri føroyska samfelagsbúskapin í 1970- og 1980-árunum, tí tað var næstan ógjørligt at flyta arbeiðspláss úr fiskivinnuni yvir í aðrar vinnur og harvið skapa eitt meiri fjøltáttað vinnulív. Harumframt vóru tillagingar í sjálvari fiskivinnuni næstan ógjørligar, tá skip og flakavirkir nærum ikki fingu loyvi til at fara á húsagang, tí stuttskygda atlitið hjá politisku skipanini um at varðveita arbeiðspláss vigaði so tungt.

Tá ið tað kom til marknaðaratgongd og heimamarknað, so var politikkurin at útvega so góða marknaðaratgongd sum gjørligt fyri føroyskar vørur, samstundis sum innlendis framleiðsla varð stuðlað og vard fyri kapping uttanífrá. Høgur tollur var tí á øllum innfluttum vørum, líka fram til 1993, tá ið MVG-lógin varð sett í gildi í Føroyum. Eisini var føroyski heimamarknaðurin merktur av stórum monopolum á t.d. tryggingar- og samskiftisøkinum.

Í tíðarskeiðinum fram til kreppuna fyrst í 1990-árunum varð sostatt rikin ein einsháttaður vinnu­­poli­tikkur, har politiska skipanin spældi ein stóran leiklut við at stuðla og halda lív fiskivinnuni. Politikarar løgdu stóran dent á at varðveita arbeiðspláss, og síðan seint í 1960-árunum varð rikin ein nærum áhaldandi kreppupolitikkur í fiskivinnuni, har politiska skipanin royndi at forða fyri, at skip ella fyritøkur fóru á húsagang, og arbeiðspláss harvið fóru fyri skeytið.

Tað var helst hvøkkurin frá kreppuni í 1950-árunum, sum ávirkaði vinnupolitikkin alt tíðarskeiðið frá 1950-árunum og fram til kreppuna fyrst í 1990-árunum. Politiska skipanin hevði tor­­ført við at lata nakað fara av knóranum, tí tað rakti bygdasamfelagið so meint.

Ein onnur orsøk til, at politiska skipanin stýrdi næstan øllum føroyska samfelagnum umvegis vinnupolitikk, var helst eisini, at almenna-, heilsu- og skúlamál ikki vórðu yvirtikin, tá ið vit fingu heimastýrislógina í 1948. Tí kom vinnupolitikkur at fylla so nógv í politiska landslagnum, áðrenn hesi tungu vælferðarøkini vórðu tikin til Føroya at umsita.

Vinnupolitikkurin eftir 1990

Síðst í 1980-árunum varð greitt fyri teimum flestu í politisku skipanini, at nú mátti vend koma í vinnupolitikkin. Fiskivinnan bar seg ikki, hóast stuðulsupphæddirnar úr landskassanum vóru ovurhonds stórar. Landskassin orkaði ikki at bera hesa byrðuna longur, og farið varð undir at minka um stuðulin til vinnuna, men tá var longu ov seint, tí fyrst í 1990-árunum var fíggjarstøðan hjá landskassanum so vánalig, at pengar vóru ikki tøkir at lata vinnuni.

Føroyski samfelagsbúskapurin kom tí út í eina djúpa og álvarsliga kreppu fyrst í 1990-árunum við stórum arbeiðsloysi, bankarnir fóru á húsagang og fólk fluttu í metstórum tali av landinum, undan kreppuni.

Fleiri og fleiri vinnulívsfólk byrjaðu nú sjálvi at koma við sjónarmiðum um marknaðarbúskap, fríari kapping og avmarkingum í studningi til vinnuna. Hetta, saman við kreppuni, umframt trýsti og treytum uttanífrá, tvingaðu politisku skipanina at broyta vinnu­poli­tikkin eftir stuttari tíð.

Í 1991 gjørdi landsstýrið fríhandilsavtalu við ES (tá EF), og við hesi avtaluni kravdi ES, at allur rak­strar­­stuðul til vinnuna skuldi strikast, afturfyri at føroyskar vørur fingu fríari marknaðaratgongd til evropeiska marknaðin.

Danska stjórnin kravdi somuleiðis stuðulin til vinnuna strikaðan, umframt aðrar stórar broytingar í vinnuliga bygnaðinum, um danir skuldu læna lands­­kassanum pening, eftir at føroysku bankarnir fóru á húsagang tíðliga í 1990-árunum.

Tað var sostatt ein djúp búskaparlig kreppa, húsagangir og fólkafráflyting við vanlukkuligum avleiðingum fyri land og fólk, sum tvingaði ein nýggjan vinnupolitikk á skrá í Føroyum fyrst í 1990-árunum.

Nú var farið í holt við at nýskipa føroysku samfelagsskipanina, soleiðis at feilirnir og mistøkini, sum vóru atvoldin til kreppuna, ikki komu at endurtaka seg.

Nýggi vinnupolitikurin bygdi á ein orðaðan yvirskipaðan vinnupolitikk, sum var studnings­veikur og generellur, har høvuðsuppgávan hjá tí almenna var at skapa góðar karmar fyri vinnuligum virksemi, sum so vinnan skuldi fylla út á marknaðarligum grundarlagi.

Hetta merkti, at politiska skipanin ikki longur skuldi hava eina ávirkan á, hvørji virkir vóru sett á stovn, hvør skuldi fáa fígging, ella um fyritøkur, sum vóru komnar í trupulleikar, skuldu bjargast.

Eftir kreppuna í 1990-árunum eru bert einstøk dømir um, at politikarar hava bjargað fyritøkum frá at fara á húsagang. Skelkurin eftir kreppuna og óttin fyri at endurtaka feilirnir undan kreppuni, hava tí verið viðvirkandi til, at farið var frá einari skipan, við stórum almennum leikluti í vinnuni, til eina skipan, við lítlum almennum leikluti í vinnuni. Almenna uppgávan broyttist frá beinleiðis stýring av vinnuligum virksemi, til at seta karmarnar, sum vinnan skuldi virka innanfyri.

Onnur viðurskifti eftir 1990

Tað var ikki bert vinnuligi leikluturin hjá tí almenna, sum broyttist eftir kreppuna 1990-árunum. Tað hendu eisini fleiri aðrar nýskipanir og broytingar í føroysku samfelags­skipanini, sum høvdu týðandi ávirkan á vinnuligu umstøðurnar. Arbeiðs­loysis­skipanin, MVG-lógin umframt yvirtøkurnar av tungu vælferðarøkjunum eru nøkur dømir um hesar nýskipanir.

Fríhandilsavtalan við ES hevði við sær, at Føroyar fingu eina meirvirðisgjaldsskipan, sum varð sett í gildi við MVG-lógini 1. januar 1993. Nú bar ikki longur til at verja heimamarknaðin við høgum verjutolli, tí nú skuldi avgjaldið vera tað sama, líka mikið, um vøran var framleidd í Føroyum ella aðrastaðni.

Vinnan tók væl ímóti MVG-skipanini, tí nú kundi vinnan framleiða og handla avgjalds­frítt. Fyri tænastuvinnurnar umframt nakrar vinnur, ið høvdu verið vardar av verjutolli, kom meir­­­virðis­gjalds­skipanin tó at merkja, at tær nú skuldu leggja MVG omaná søluna, sum áðrenn hevði verið avgjaldsfrí.

MVG-skipanin hevði tó við sær eina munandi dagføring av føroyska heimamarknaðinum til fyrimuns fyri føroyska brúkaran, tí avgjaldið á vanligar vørur, t.d. klædnavørur, leikur, búnýti og aðrar nýtsluvørur lækkaði munandi, í nøkrum førum úr góðum 40% niður á 25%.

Í 1992 varð føroyska arbeiðsloysisskipanin, ALS, sett á stovn. Arbeiðsloysisskipanin lætti trýstið á politisku skipanina, um at tryggja arbeiðspláss kring landið umvegis vinnupolitikkin, tí nú var eitt trygdarnet undir teimum, sum gjørdust arbeiðsleys.

Føroyingar yvirtóku eisini umsitingina og ábyrgdina av skúla-, undirvísingar-, heilsu- og almannamálum hetta tíðarskeiðið. Hesar yvirtøkur hava broytt innihaldið í føroyskum politikki munandi, tí raðfestingarnar á tungu vælferðarøkjunum fylla nógv á politisku dagsskránni í dag.

Samanumtikið um vinnupolitikkin eftir seinna heimsbardaga

Føroyski vinnupolitikkurin eftir seinna heimsbardaga kann sostatt býtast upp í tvey tíðarskeið, tíðina fyri og tíðina eftir 1990.

Í tíðini fyri 1990 var fremsta málið hjá politisku skipanini at skapa arbeiðspláss og at halda lív í arbeiðsplássum kring alt landið. Hetta varð gjørt við almennum stuðli, har umfatandi fíggjarligur stuðul varð latin úr landskassanum til privatu fiskivinnuna kring alt landið. Almenni stuðulin til fiskivinnuna virkaði samstundis forðandi fyri, at aðrar vinnur fingu fótin fyri seg í Føroyum.

Hesin vinnupolitikkurin fór fullkomiliga av sporinum og endaði við einum búskaparligum skrædli, har allur tann føroyski samfelagsbúskapurin fór av knóranum tíðliga í 1990-árunum.

Búskaparkreppan tvingaði ein nýggjan vinnupolitikk á skrá í Føroyum fyrst í 1990-árunum, har greiðari linjur vórðu strikaðar upp millum almenna og privata uppgávu- og ábyrgdarbýtið. Tað komu eisini fleiri aðrar nýskipanir av føroyska samfelagnum eftir 1990, sum hava havt ávirkan á vinnuliga bygnaðin og politisku atferðina mótvegis vinnuni, t.d. ALS-skipanin, MVG-skipanin og yvirtøkurnar av umsitingini av tungu væl­ferðar­økjunum.

Vinnupolitikkurin má endurskoðast og dagførast

Tað var í tómrúminum eftir búskaparkreppuna fyrst í 1990-árunum, at partarnir á privata føroyska arbeiðs­mark­naðinum sjálvbodnir tóku seg saman at greina, hvørjir karmar vóru neyðugir fyri at geva føroyskum vinnulívi best møguligar karmar at virka innanfyri.

Úrslitið var vinnupolitiska ritið “Karmar fyri føroyska vinnu” frá mai 1994. Ritið vísti á gongdar leiðir burtur úr kreppuni, og ritið gjørdist seinni grundarlagið undir fimm vinnupolitiskum ritum, sum Vinnumálaráðið gav út í 1998 og 1999, har vinnupolitikkurin varð orðaður í 5. riti.

Í 2005 samtykti Løgtingið ein orðaðan vinnupolitikk, eftir at Løgtingið hevði havt aðalorða­skifti um at dagføra vinnupolitikkin.

Síðan tá er vinnupolitikkurin ikki dagførdur, og tað er hetta, sipað verður til, tá ið Føroya Arbeiðs­­­­gevarafelag javnan hevur víst á, at vinnupolitikkurin frá 2005 eigur at vera endur­skoðaður og dagførdur.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tvær ferðir dagført síni vinnusjónarmið síðan vinnu­politiska ritið frá 1994. Fyrru ferð var í 2002, við ritinum “Vinnusjónarmið – Eitt íkast til kjak um vinnu- og samfelagskarmar” og aðru ferð var í 2011, við ritinum “Vinnusjónarmið – Koyrið so á motorin”.

[1] Lýsingin tekur støði í masterritgerðini hjá Kristoffi Laksá á Fróðskaparsetri Føroya: Føroyskur vinnupolitikkur 1948-2010.