02 Støðugar karmar

Politisk óvissa eigur ikki at vera týðandi partur av váðamyndini hjá føroysku vinnuni, tí gerandisdagurin í føroyskari vinnu er longu merktur av nógvum óvissum frammanundan.

Í fiski- og alivinnunum, sum serliga virka á útflutningssíðuni í føroyska búskapinum, fylla náttúruviðurskifti, fiskasjúkur, marknaðaratgongd, prísir á rá- og lidnari vøru, tilgongd av starvsfólki umframt onnur viðurskifti uttanífrá nógv í dagligu váðametingunum. ES-boykottið av føroyskum útflutningsvørum í 2013, avleiðingarnar av koronutiltøkunum og kríggið í Ukraina eru dømir um, hvussu brádliga marknaðirnir og umhvørvið hjá føroyskum útflutningsvinnum kunnu broytast.

Broytiliga umhvørvið hjá føroysku vinnuni ger tað avbjóðandi at leggja ætlanir frameftir. Stórar og ófyrireikaðar broytingar í lógum, kunngerðum, mannagongdum og tænastustøði gera tað tí enn meiri tvørligt og avbjóðandi hjá vinnuni at leggja ætlanir frameftir. Reglurnar kring virksemið mugu vera greitt orðaðar, og tað má vera kent frammanundan, hvussu reglurnar skulu skiljast.

Tað hevði styrkt um støðufestið hjá vinnuni, um politisku flokkarnir høvdu megnað at gjørt breiðar almennar langtíðarætlanir og -semjur um vinnuligu karmarnar komandi árini. Hetta hevði skapt meira støðugar karmar um vinnuliga virksemið til gagns fyri føroyska kappingarførið og vælferðina í Føroyum.

At karmarnir skulu vera støðugir merkir tó ikki, at teir skulu vera óbroytiligir. Um tað eru skilagóðar orsøkir til lógarbroytingar, ið ávirka vinnufyritøkur, skulu hesar sjálvandi fremjast. Tá er umráðandi, at broytingarnar verða væl fyrireikaðar, og at viðkomandi partar verða tiknir við upp á ráð og fáa høvi at gera viðmerkingar, áðrenn reglurnar verða settar í gildi. Harnæst er umráðandi, at vinnan fær hóskandi tíð til at fyrireika seg til møguligar broytingar.