03 Vælvirkandi marknaðir

Hetta kann gerast við at taka burtur stuðulsskipanir og aðrar óhepnar forðingar, fyri at framleiðslufaktorarnir kunnu flyta seg millum bransjur og fyritøkur

Málið hjá myndugleikunum má vera, at vinnurnar fáa eins
fortreytir og karmar at kappast innanfyri, og at almennu reguleringarnar eru hóskandi til at røkka endamálinum við reguleringini

Hvørki ov harðar ella ov linar. Síðan má kappingin og marknaðarkreftirnar sum útgangsstøði gera av, hvat verður framleitt, og hvør framleiðir vøruna ella tænastuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur síðan tíðliga í 1990 árunum miðvíst arbeitt fyri, at føroysk vinna skal vera stuðulsfrí og kappingarfør, bæði innanlands og mótvegis útheiminum.

Almennur stuðul til vinnur og vinnufyritøkur eigur bert at koma fyri, tá ið undantaksstøður gera seg galdandi, t.d. koronufarsóttin, og eigur tá at vera tíðaravmarkaður. Harumframt eiga almennar vinnuframaskipanir at vera generellar og studningsveikar.

Fyri at føroyski heimamarknaðurin skal vera vælvirkandi, hevur tað harumframt stóran týdning, at tað er greitt, hvørjar uppgávur mongu almennu partafeløgini og grunnarnir skulu røkja og undir hvørjum treytum. Hetta eigur at verða ásett í einum almennum eigarapolitikki.

Almenni eigarapolitikkurin eigur at taka støði í leiðreglunum frá OECD um góða leiðslu í almennum feløgum. Eigaraskapur skal vera í áhuga hjá tí almenna, og metast skal neyvt og varisliga um endamálið við almennum ognarskapi: Maksimerar almenni ognarskapurin virði fyri samfelagið? Er grundgevingin fyri almenna ognarskapinum greitt allýst? Og er ognarskapur og politikkur endurskoðaður?

Í OECD-londum er tað vanliga ein ella fleiri av hesum grundgevingum, sum skulu vera galdandi fyri feløg við almennum ognarskapi:

  1. Tænastur har tað almenna er effektivari.
  2. Marknaðarkreftirnar megna ikki at lyfta uppgávuna
    ella strekkja ikki til (ofta monopol).
  3. Ynski um at varðveita ávísar sektorar á almennum
    hondum av strategiskum orsøkum.

Eigarapolitikkurin skal sostatt kunna svara, hvat virksemi framvegis eigur at verða rikið undir almennum ognarskapi, og hvat virksemi kann verða steðgað ella einskilt. Um niðurstøðan er, at virksemið framhaldandi skal vera undir almennum ognarskapi, so eigur eigarapolitikkurin at kunna vísa á, hvussu kjarnuuppgávurnar, sum felagið skal røkja, verða skilmarkaðar, soleiðis at felagið ikki fer í holt við virksemi á økjum, sum tað privata er betur skikkað til at taka sær av.

Hetta er grundarlagið, sum ein almennur eigarapolitikkur eigur at hvíla á.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at almennar fyritøkur, ið kunnu vera í kapping á privata marknaðinum, eiga at verða einskildar, og at avkastkrav eigur at vera til partafeløg og grunnar, har tað almenna hevur ein týðandi leiklut

Føroyar eru ein lítil opin marknaðarbúskapur í altjóða samfelagnum, og føroyska vælferðin er fyri stóran part grundað á víðtøkna og smidliga atgongd til útlendskar marknaðir. Størsti parturin av nýtsluvørunum í føroyska gerandisdegnum verður innfluttur, og stórur partur av vinnuligu framleiðsluni verður útfluttur og seldur á útlendskum marknaðum.

Handils- og samstarvsavtalur við onnur lond hava tí stóran
týdning fyri føroyska vinnu og samfelagið annars, men í løtuni hava Føroyar bert seks fríhandilssáttmálar.

Hetta er munandi færri, enn okkara kappingarneytar hava. ES-londini hava 40 fríhandilssáttmálar við 77 lond uttan fyri ES umframt innara marknaðin í ES. EFTA-londini hava 30 fríhandilsavtalur, sum fevna um 41 lond uttan fyri ES og EFTA, umframt einstøku avtalurnar, sum EFTA-londini hava hvør í sínum lagi.

Tað er sostatt rúm fyri nógv fleiri avtalum við onnur lond til frama fyri virðisøkingina í føroyska samfelagnum. Hetta er ikki bert galdandi fyri vørur og tænastur, men eisini viðvíkjandi atgongd til at fiska uttan fyri føroyskan sjógv umframt smidligan flutning av arbeiðsmegi og kapitali tvørtur um landamørk.

Politiska skipanin eigur tí at raðfesta sáttmálar við onnur lond ovarlaga, soleiðis at atgongdin til altjóða marknaðirnir verða víðari, smidligar og meiri vælvirkandi fyri føroyska vinnu.