05 Effektiva skipan kring almenn rættindi

Tær skipanir, sum landið setur í verk kring útlutan og umsiting av slíkum skipanum, mugu vera effektivar og gjøgnumskygdar skipanir, ið eru lættar at umsita og ikki forða fyri effektiviteti og nýskapan hjá teimum, ið fáa rættindini at umsita.

Endamálið við at útluta hesi rættindi er at fáa mest møguligt samfelagsvirði burtur úr almennu rættindunum í longdini. Tað hevur tí stóran týdning, at rættindini eru umsetilig, soleiðis at tað í longdini altíð verður tann mest effektivi, ið umsitur rættindini. Tað hevur harumframt stóran týdning, at rættindini hava eina hóskandi gildistíð, tí talan er ofta um stórar íløgur, sum krevja langtíðarfígging hjá teimum, ið umsita almennu rættindini

Loyvisgjøldini fyri framíhjárættin at umsita almenna tilfeingið
eigur at fylgja gongdini í avlopinum í vinnuni, soleiðis at mest verður goldið, tá ið nýtslurættindini kasta nógv av sær, og minni verður goldið, tá ið virksemið ikki kastar so nógv av sær. Eisini er neyðugt at hava kappingarførið hjá vinnuni í huga.

Loyvisgjøld og tilfeingisskattir mugu tó ikki tálma nýskapanini hjá teimum, ið fáa rættindi at umsita alment tilfeingi.

Tí má kostnaðurin fyri nýtslurætt til alment tilfeingi skiljast frá vinninginum av nýskapan og dugnasemi. Um úrslitið av dugnasemi og nýskapan verður skattað hægri enn annar vinningur, so avmarkar tað kappingarfyrimunir við nýskapan og dugnasemi.

Vísast kann í hesum sambandi til frágreiðing frá Búskaparráðnum frá 2014,(2) har Búskaparráðið skrivar soleiðis:

Í føroysku uppsjóvarvinnuni hava summar fyritøkur verið tøkniliga og vinnuliga innovativar út yvir tað vanliga. Hesar hava fingið royndir og servitan gjøgnum longri áramál, sum fáar aðrar fyritøkur kunnu gera teimum eftir. Tann eyka búskaparrentan, sum kann staðførast til hendan innovativa serkunnleikan hjá fyritøkuni verður sum áður nevnt kallað intramarginal renta (ella quasi renta).

Hendan intramarginala rentan eigur ikki at verða roknað við í tilfeingisrentuna, og eigur tí sjálvsagt ikki at koma undir tilfeingisgjaldskyldu. Vit kunnu siga, at intramarginal renta ‘hoyrir’ til kapitalin og arbeiðsmegina, og skal ikki „tilfeingis-skattast“, meðan tilfeingisrentan ‘hoyrir’ til sjálvt tilfeingi sum ‘almenn ogn’ og eigur tí sum útgangsstøði at „tilfeingisskattast“.

Hóast nýggj ættarlið av politikarum í áravís hava kjakast um útluting av fiskirættindum, soleiðis at størst møgulig samfelagsnytta fæst burtur úr okkara tilfeingi, so er tað hugvekjandi, at vit nú, eftir drúgt politiskt stríð um eina effektiva útlutan av fiskirættindum, hvørs endamál er at geva størst møguligt virði fyri samfelagið, eru endað aftur í einum politiskum kjaki, um at býta menningarkvotur kring landið.

Hetta er eitt afturljóð og sami fiskivinnupolitikkur, ið varð rikin fyri meira enn 30 árum síðan.

Støðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at umskipan av inntøkum og virðum í samfelagnum eigur at verða framd gjøgnum skattapolitikk.

Umskipan skal ikki fremjast gjøgnum vinnupolitikkin, sum
eigur at taka støði í atlitum til effektivitet og virðisskapan.

(2) Upprit frá Búskaparráðnum frá juni 2014: „Búskaparrenta og
tilfeingisrenta í føroyska búskapinum.“