08 Effektivt undirstøðukervi

Undirstøðukervi fevnir m.a. um sjóvegis samband, loftvegis samband, landvegis samband og talgilt samband og samskifti.

Føroyar hava sera væl útbygt undirstøðukervi á øllum økjum, bæði innanlands og við útheimin.

Hetta eigur at verða gagnnýtt nógv meira, har Føroyar í størri mun verða marknaðarførdar sum ein maritimur sjóvinnudepil mitt í Atlantshavinum,

við øllum hentleikum og betri sjóvegis- og serliga loftvegis sambandi við meginlandið í Evropa, enn okkara næstu grannar kunnu bjóða.

Tað hevur stóran vinnuligan týdning, at almennu Føroyar skapa karmar til at viðlíkahalda og menna góða undirstøðukervið, Føroyar hava í dag. Tó skal altíð metast, hvat samfelagsgagn fæst burtur úr einari ávísari íløgu, áðrenn hon verður framd.