09 Vælvirkandi almennan geira

Hetta merkir tó ikki, at tað almenna sjálvt skal røkja allar tænasturnar, sum politiska skipanin bjóðar út í samfelagnum. Politiska skipanin raðfestir og ger av, hvørjar almennar tænastur skulu bjóðast út til borgararnar í samfelagnum. Almennu myndugleikarnir kunnu síðan bjóða uppgávur og tænastur út til privatu vinnuna at taka sær av. Uppgávan hjá almennu myndugleikunum verður síðan at hava eftirlit við, at privatu fyritøkurnar veita almennu tænastuna til borgaran sambært ásettum krøvum, sum almennu myndugleikarnir hava sett út í kortið.

Tað almenna eigur bert at framleiða tær tænastur, har ongar
marknaðarfortreytir eru, og tí eru illa egnaðar at verða bodnar út, t.d. grundleggjandi heilsutænastur, undirvísing, infrakervi o.a.

Tað hevur tí týdning, at politiska skipanin regluliga endurskoðar, hvørjar almennar tænastur eru egnaðar til at verða bodnar út, eisini hvørji almenn partafeløg, grunnar og stovnar eiga at verða privatiseraðir.

Tænastustøðið í almenna geiranum hevur stóran týdning fyri føroyska vinnu. Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í 2017 kanning(3) av føroyska kappingarførinum í mun til onnur lond. Úrslitið av kanningini vísti, at Føroyar lógu í ovasta triðinginum av øllum heimsins londum, men í miðal, tá ið samanborið varð við hini Norðurlondini.

Ein av niðurstøðunum í kanningini var, at føroysk vinna metti óstøðug politisk viðurskifti og tunga almenna umsiting vera millum størstu forðingarnar fyri vinnuligari framgongd.

(3)Sí Føroya Arbeiðsgevarafelag: Kappingarføri Føroya – Klára vit
at kappast? – 2017.