10 Dagførda vitan um samfelagsgongdina

Í góð 20 ár, fram til 1985, vórðu føroyska uttanlandsskuldin og føroyski gjaldsjavnin gjørd upp við regluligum teljingum og eftir óbroyttum prinsippum, men í 1985 gavst Hagstovan við hesi uppgerð. Hagstovan fór tá at gera metingar og framskriva seinastu uppgerðina frá 1984. Hesar framskrivingar vórðu gjørdar í nøkur ár, fram til 1988, tá ið uttanlandsskuldin aftur varð gjørd upp eftir somu prinsippum, sum uppgerðin varð gjørd eftir fyri 1985.

Úrslitið av uppgerðini var, at framskrivaða netto uttanlandsskuldin í 1988 varð uppskrivað 70%, og hallið á gjaldsjavnanum vísti seg at vera 140% størri, enn framskrivingarnar vístu.(4) Tað kom rættiliga óvart á tey flestu, at framskrivingarnar eftir bert trimum árum vóru farnar so langt við síðuna av.

Støðan í dag minnir tíverri um støðuna í 1980-árunum. Vit hava ongan tjóðarroknskap í føstum prísum. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan og onnur tjóðarroknskapartøl eru vanliga grundað á metingar oman á metingar.

Framrokningarnar av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni eru tí rættiliga ivasamar og ikki nóg álítandi at geva eina rættvísandi mynd av føroyska búskapinum. Tað er tí ikki óvanligt, at framrokningarnar verða broyttar innan fyri stutta tíð við munandi rættingum.

BTÚ-metingarnar hjá Búskaparráðnum eru t.d. broyttar stívliga 80% eftir 6 mánaðum,(5) og Hagstova Føroya hevur nýliga lækkað BTÚ-uppgerðina fyri 2018(6) 414 mió. kr. Hetta merkir, at áður gjørdar metingar, við 2018 sum grundarlag, eisini eru langt við síðuna av. Kortini verður framroknaða føroyska bruttotjóðarúrtøkan dúgliga brúkt til metingar og samanberingar av gongdini í føroyska búskapinum. Metingarnar kunnu tí mangan tykjast rættiliga veruleikafjarar fyri vinnuna.

Tað mangla eisini dagførd hagtøl á nógvum øðrum økjum. Nýggjastu útflutningstølini vísa bert útflutningin av vørum. Metingin av tænastujavnanum er fleiri ára gomul. Tí vita vit ikki, hvussu nógvar tænastur føroyingar selja og keypa til og úr øðrum londum. KT-vinnan, ferðavinnan og handilsskipini hava í nógv ár saknað hesar hagtalsuppgerðir fyri síni øki.

Eisini mangla hagtøl fyri útgoldnar lønartímar, og tí ber ikki til at samanbera gongdina í lønarlagnum og møguliga lønarglíðing við onnur lond. Arbeitt hevur verið við at fáa betri lønarhagtøl, men enn er ikki komið á mál.

Tá ið alt hetta er sagt, so skal eisini viðmerkjast, at á nøkrum økjum hava vit helst millum bestu og mest dagførdu hagtølini í heiminum. Hetta er t.d. galdandi fyri mánaðarligar a-inntøkur, skattgjaldingar, MVG-uppgerðir umframt út- og innflutning av vørum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta fatan, at vit bæði hava stovnar og skikkaða arbeiðsmegi, ið ikki manglar viljan at framleiða tær hagtalsuppgerðir, sum samfelagið bæði hevur tørv á og spyr eftir. Vit hava t.d. Hagstovuna, Landsbankan, Búskaparráðið og Váðaráðið, sum kundu framleitt hesar uppgerðir, men politikarar hava víst seg at verið meira upptiknir av, hvussu hesir stovnar skulu skipast, og hvat heitið á teimum skal vera, enn hvørjar hagtalsuppgerðir teir skulu framleiða.